Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Samferðslumálaráðið hevur fingið ein heilt annan dám síðani Heðin Mortensen trein inn um dyrnar fyri góðum mánaði síðani.

Tíðindaskrivini verða sproytað út frá Samferðslumálaráðnum og tey koma í so stríðum streymi, at tá ið ein tanki poppar upp í høvdinum á landsstýrismanninum, so verður samskiftisráðgevin biðin um at taka fyrsta flogfar til Føroya úr Danmark.

Sjálvt ikki Oldurin hevur nakran livandi tjans. 

Heðin hevur verið ráðharri í einar 40 dagar og longu nú hevur Samferðslumálaráðið skrivað fleiri tíðindaskriv enn hvat Oldurin kláraði gjøgnum samfull 3 ár.

Tann fossandi mongdin av tíðindaskrivum (tey flestu hoyra heima í kategoriini “fake news”) geva okkum øllum eina kenslu av, at Heðin loysur allar trupulleikar. 

Innkomuvegurin bæði til Havnar og gjøgnum Runavíkina er sambært tíðindaflutninginum frá EX-press-ráðnum langt síðani loystur.

Hetta hóast Heðin ikki hevur fingið eina krónu játtaða til endamálið.

Heðin syrgdi fyri, at ein mynd var tikin, og so var hetta málið loyst.

Beint undan jólum hendi ein stór spronging á Gomlurætt.

Ein mynd av Heðin og Sandoyartunnilin varð sprongdur í gongd.

Øll vita, at tunnilstoymið framvegis roynur at bora seg gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Heðin var ikki meira enn komin í stólin, so setti hann sín egna samskiftisráðgeva. 

Eitt starv varð lýst leyst.

13 søktu, men ongin fekk starvið.

Ein annar, sum ikki hevði søkt, fekk so starvið.

Nú umdoypt til eitt tíðaravmarkað starv.

Starvstíðin hjá Heðin er jú eisini tíðaravmarkað.

Tað næsta vit hoyra er, at Heðin er blivin Landsverkfrøðingur. 

Hann hevur ein fyrrapart tveitt Landsverkfrøðingin til hús.

Seinnapartin hevur Heðin sett seg sjálvan sum landsverkfrøðing.

Landsverk verður umskipað í eini handavending.

Akademikarafelag, búskapar- og løgfrøðingarfelag, arkitektafelag, verkfrøðingarfelag og starvsmannafelag í øðini.

Men onki rínur við.

Næsta nosið er Strandferðslan.

Her verður Heðin eisini beinanvegin settur sum stjóri. 

Allar viðmerkingar koma frá landsstýrismanninum sjálvum.

Stjórin á Strandferðsluni er degraderaður til at spíska blýantar.

Tað er Heðin sum bestemmar.

Eitt avloysaraskip verður sett í sigling millum Hest og Gomlurætt.

Heðin greiður frá, at talan er um eina fyribilsloysn.

Men loysnin er galdandi fyri alt árið, sigur hann. 

Játtanin er ongin trupulleiki, tí tiltakið er sett í gongd í byrjanini av árinum.

Tað eru sjálvandi góðar stundir at finna onkra eykajáttan.

Hetta neyðars avloysaraskip skal bæði sigla til Hest, Mykinesar og skal eisini taka sær av øðrum ad hoc uppgávum.

- Tað ber ikki til at hetta skip liggur og gnagar gummi á Bursatanga, sigur Heðin við Kringvarpið í kvøld.

Heðin varð annars tráspurdur um hetta skip ikki var avloysaraskip og hvussu alt hongur saman, nú Svínoyingar liggja avbyrgdir við ongum skipi, meðan avloysaraskipið er í fastari rutusigling millum Gomlurætt og Hest.

Heðin megnaði at tippa journalistin hja Kringvarpinum við reinari tungutalu.

Tíðindaskrivini floyma úr Samferðslumálaráðnum.

Ferðin er so nógv, at tað er onki skil á.

Rigmor Dam er nú vorðin til Rigmor Arge og stavivillurnar dríva úr tekstinum.

Gud í himlinum viti, hvat gongur fyri seg har úti í Tinganesi.

Er nú Samferðslumálaráðið vorðið ein býráðsskrivstova.

Donald Trump hevði ikki kunnað gjørt tað betri enn Heðin. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo