Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eyðgunn Samuelsen visti akkurát, hvat gerast skuldi undan valinum, til tess at hjálpa teimum 500 føroysku børnunum, sum tá høvdu akuttan tørv á hjálp.

Eyðgunn Samuelsen koyrdi hart á samgonguna, tá ið hon sat í andstøðu og undan valinum. Hennara stóra og eyma hjarta orkaði ikki alla neyð og elendigheit í føroyska samfelagnum, og tí vildi hon hava og nærum kravdi eina skjóta loysn og hjálp.

Tann 9. mars 2015 skrivaði hon soleiðis í eini viðmerking til grein hjá Reimund Langgaard á VP.

- So kom fyrsta umberingin frá samgonguni um, hví tey ikki vilja hjálpa teimum 500 børnunum, ið hava akuttan tørv á hjálp. At tosa um at almannaráðið skal hava eitt liðugt uppskot á ólavsøku, ið hækkar markið fyri frípláss er uttanumtos. Tað verður nevniliga lýst í kunngerð og ta kunngerðina kann landsstýriskvinnan lýsa í morgin, um hon vil. Samgongan hevur havt fleiri ár, at leggja loysnir á hesum trupulleikanum fyri løgtingið. Enn hava vit onki sæð. Tað er so lætt at siga, vit vilja hjálpa, men ikki akkurát á handa mátan, sum hetta uppskotið leggur upp til.

Og í kvøld var kjak í Kringvarpinum um sama evni, har eisini avspælingar vóru at hoyra av tí sum Eyðgunn Samuelsen hevði sagt undan valinum.

Beinta Løwe royndi at prika eitt sindur til eyma hjartað á poilitikaranum Eyðgunn Samuelsen, sum tá úttalaði seg rættiliga markant um, hvussu hetta mál kundi loysast bæði skjótt og væl, og sum eisini sæst omanfyri.

Nú er sama løgtingskvinna vorðin almannaráðkvinna, og tað vóru ikki lukkiligar undanførslur at hoyra í sjónvarpinum í kvøld, sum Beinta Løwe fekk úr almannaráðkvinnuni.

Snøgt sagt einki ber til nú.

Sí kjak her

Men Eyðgunn Samuelsen eigur loysnina sjálv sum er frá 9. mars 2015: - kunngerðina kann landsstýriskvinnan lýsa í morgin

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo