Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin seinnapart var samkoma í Skúlanum á Argjahamri fyri Eyðuni Hansen, húsavørði, sum nú hevur lagt frá sær vegna aldur. Vegna Tórshavnar býráð takkaði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri langa og drúgva tænastu.

Hon nevndi m.a., at Eyðun er havnarmaður, uppvaksin í Djóna Geils gøtu. Hann lærdi hjá Einar Mikkelsen til eletrikara. Hann byrjaði hjá telefonverkinum 1. Nov. 1981. Har starvaðist hann fyrst á kaðaldeildini og so á vinnudeildini, inntil hann gavst í 2004.

Hann hevur millum annað arbeitt í Norra sum elektrikari.

Hann byrjaði sum húsavørður í skúlanum á Argjum og var har í eini 4 ár, so tá skúlin byrjaði her á Hamrinum, kom hann at verða húsavørður á Argjahamri og í frítíðarskúlanum. 

Eyðun er ein friðarligur maður og ger ikki nógv burturúr sær sjálvum. Hann er sera álítandi og fyrikomandi.

Hann og konan Hannemia búgva á Mýrisnípuvegi í Havn, eiga tvær døtur, tær búgva á Argjahamri, og tey eiga 4 abba- og ommubørn.

Annika Olsen nevndi at enda, at Eyðun ongantíð verður arbeiðsleysur. Hann hevur nakrar seyðir gangandi úti á eini trøð tætt við tyrlupallin úti við Strond. Tey eiga hús í Sørvági, tað er barnaheimið hjá konuni. Honum dámar væl at ferðast og hann hevur longu keypt sær eina ferð til í summar - tað verður suður í hitan onkunstaðni.

- Hann fær helst úr at gera sum pensiónistur, tá hann hevur tvey hús og svigarsonurin og dóttirin hava keypt hús á Hamrinum og summarhús á Hellunum. So her verður helst stórur tørvur á einum húsavørði, segði Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. áðrenn hon takka fyri trúgva tænastu og handaði gávu frá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo