Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

EYDNUDEILD FØROYAR: Endiliga sleppa vit aftur til Danmark at spæla hondbólt í stóru kappingini LYKKE-CUP, sum hesuferð verður í BOXEN í Herning leygardagin 4. sep.

Hvat er Lykke-cup: Tað er eydnuríkasta ítróttartiltak í Danmark! Lykke-cup er eitt tiltak av tí slagnum, sum kann merkjast í kroppinum í fleiri vikur. Móð bein, rørandi løtur og smíl sum festa seg. Fyristilla tær at Champions League finalan gifti seg og fekk eitt barn við eini veitslu har tú flennir til tú fær ilt í búkin… so hevði tað barnið verið LYKKE-CUP!

Okkara hondbóltsstjørnur sleppa her at uppliva at verða veruligar stjørnur frá tey trína inn í BOXEN tíðliga leygarmorgun og til tey fara avstað uml. Kl. 22. Øll eru har fyri okkara hondbóltstjørnur. Verðinskendir hondbóltsspælarir – bæði núverandi og fyrrverandi. Kendir danskarir m.a. Jan Gintberg, fryntligi OL sjónvarpsvertinnan hjá DR, Tina Muller, Danmarks mindste mand og Jesper, sum hevur luttikið í nógvum sjónvarpssendingum í Danmark. Fleiri av dómarunum eru altjóða dómarir, sum fegin stuðla hesum tiltakið.

Hetta er triðju ferð at LYKKE-CUP verður og hvørjaferð hava spælarir úr Føroyum luttikið. Fyrstu ferð var í juni 2018, tá luttóku 4 føroyskar stjørnur úr Eydnudeild. Í juni 2019 vóru 7 stjørnur í Eydnudeild við. Í 2020 bleiv tað avlýst – sum alt annað – orsakað av korona, og tað vóru vit sjálvandi sera hørm um, tí hetta er eitt fantastiska stórt tiltak fyri okkara stjørnur úr Eydnudeild. Bæði í 2018 og 2019 var LYKKE-CUP í GIGANTIUM í Aalborg.

Í ár er GIGANTIUM ov lítið og tiltakið er flutt til BOXEN í Herning. Í ár luttaka á leið 500 hondbóltspælarir úr Danmark og Føroyum. Hesuferð luttaka 10 føroyskar hondbóltsstjørnur úr EYDNUDEILD. Umframt hondbóltsstjørnurnar, fara foreldur, systkin og nøkur starvsfólk eisini at verða við. Í ár eru vit so ómetaliga heppin at vit hava heili 5 venjarar við okkum. Marianna B. Jacobsen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá okkum, er nú flutt til Danmarkar. Hon valdi sjálvandi beinanvegin at melda seg til LYKKE-CUP, tí hetta er ein av allarstørstu upplivingum hjá bæði børnum og vaksnum. Drós Ragnarsdóttir, sum eisini býr í DK, ivaðist heldur ikki eina løtu í at siga JA takk til at luttaka í LYKKE-CUP. Hinir 3 venjarnir eru okkara egnu Morten Hust Petersen, sum er høvuðsvenjari og hjálparvenjarnir báðir Anna á Rógvu og Magnus Hust Petersen.

Skráin fyri LYKKE-CUP er:

08.30:               Hurðarnir lata upp

09.15:               Klárt til innmarch

09.30:               Marsjera inn, vælkomin og upphiting

10.00-15.00:   Hondbóltsdystir

15.00-15.30:   Marsjera inn og heiðursmerkjahandan

15.30-16.00:   Konsert við SHAKA LOVELESS

16.30-17.30:   Skifta klæðir, make-up og pausa

17.30-21.30:   GALLAVEITSLA

18.00-19.00:   Borðhald

19.00:               Livandi tónleikur

20.00-21.30:   DJ

22.00:               Farvæl og takk

Tit eru vælkomin at fylgja við á okkara facebook-síðu: Eydnudeild Føroyar. Á instagram eita vit: eydnudeild

Vit fara sjálvandi at leggja myndir og videobrot út og vit elska at vísa øðrum hvussu cool vit hava tað.

Eydnudeild hevur eisini nakrar góðir stuðlar, og teimum vilja vit sjálvandi takka. Atlantic Airways, Kristian í Grótinum, Hiddenfjord, Betri, Javni, Faxi Kondi og Berglon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo