Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Móttøka var seinnapartin fyri Eyðvør Jensen, nú hon hevur starvast á Dagstovninum Birkilund í fýrati ár.

Annika Olsen, borgarstjóri, ynskti Eyðvør til lukku við hesi røðuni.

Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

Sagt verður um teg, at tú ert viðurkennandi og skapandi í tí stilla. Tú veit, hvat gongur fyri seg á stovninum, og tá ið fólk tosa við teg, fáa tey veruliga kensluna av námsfrøðiligari søgu og mentan.

Tí tú ert gomul í garði og hevur drúgvar royndir eins væl og upplivingar saman við komandi og farandi børnum, foreldrum og starvsfeløgum. 

Í tær býr ein rúgva av vitan um námsfrøðiliga økið og um Birkilund. Tú ert støðug og trúgv. Tú veit, hvar tað mesta liggur í stóra stovninum; hvat tit eiga ella hava átt.

Tú umboðar eina farna tíð, eins væl og tú ert mentanarberi fyri tí, sum var, og sum riggaði. Ikki alt nýtt er loysnin, og mangan kemur tú fram við loysnum og hugskotum, sum eru roynd fyrr, og sum sanniliga kunnu endurnýtast ella latast í nýggjan ham, og hava eins góða frágreiðingarmegi í nútíðar avbjóðingum.

Á stovuni hjá tær merkist jarðbundna og stillføra lyndið eisini; tað er róligt og friðarligt at koma inn. Børnini eru trygg og sleppa at vísa síni skapandi evni, tá ið tú ert saman við teimum í eygnahædd.

Tú skapar ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra. Tú hevur altíð møtt børnunum, har tey eru, og soleiðis hevur tú altíð verið luttakandi í sínum drúgva arbeiði.

Tú hevur altíð lagt dent á at vera nærverandi og at skapa mennandi relasjónir. Og Tú dugir avbera væl at brúkt mentanina á stovninum sum námsfrøðiligt amboð.

Tú hevur elskað títt arbeiði, og tað er onki minni enn ein stórur missur fyri Tórshavnar kommunu, at tú nú kortini fer frá vegna aldur.

Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi.

Sostatt verður á fleiri hættir saknur í tær. Hinvegin, so hevur tú væl og virðiliga gjørt tína skyldu og tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú sleppur at taka tær av løttum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo