Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vesturskin: Vit mugu tíverri boða frá at Lena Andersen hevur fingið forfal. Tískil er konsertin í týskvøldið avlýst. Tey sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur. 

Avtala er gjørd við Lenu um at flyta konsertina til seinni í heyst.

Ovurstórur áhugi hevur verið fyri einrøðuleikinum Eg eri Beinta, allar 3 sýningarnar eru útseldar. Av tí at konsertin við Lenu er avlýst, er avgjørt at hava eina eykasýning í Listastovuni týkvøldið 28. august  kl. 21.00.

Um leikin
Beinta - fødd Bente Christine Broberg man vera ein tann kendasti søguligi persónurin úr Vágum, sum søgur í fleiri enn tríhundrað ár hava gingið um. Nógvar eru sagnirnar um hana. Teirra lýsingar av Beintu eru ymiskar, men tær hava allar eitt til felags: Beinta sjálv hevur ongantíð orðið. 

Í leikinum “Eg eri Beinta” hevur Beinta sjálv orðið, og tað er gjøgnum hennara eygu at vit uppliva hennara hendingarríka lív. Summar av hendingunum kenna vit úr sagnunum, men hesin leikurin byggir á tað umfatandi upprunaliga keldutilfar, sum Lydia Elisa Laksafoss gjøgnum nógv ár hevur innsavnað um Beintu. Hetta tilfarið gevur innlit í onnur viðurskifti enn tey í sagnunum. Leikurin lýsir summi av hesum viðurskiftum og hvussu vit í dag kunna ímynda okkum hvat Beinta sjálv vildið sagt.

Annika Johannessen spælir Beinta í einrøðuleikinum 'Eg eri Beinta'. Tað er Marita S. Dalsgaard, sum hevur skrivað og leikstjórnar leikinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo