Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í vikuskiftinum verður Eystanstevnan 2020 skotin í gongd. Fyribilsskráin liggur á www.eystanstevna.fo, men verður dagførd so hvørt.

Hesaferð er skráin ikki so fjølbroytt sum undanfarin ár, orsakað av samfelagsligu fyrivarnunum og undantaksreglunum, ið enn eru í gildi.

Tó so hava fyriskipararnir lagt dent á, at okkurt skal vera at koma til hjá stevnugestum og ikki minst hjá teimum, sum búgva her.

Hósdagin verður stevnudystur millum umsitingarnar hjá Nes og Runavíkar kommunu, seinni um kvøldið verður ein golf-kapping omanfyri Hústoft.

Fríggjadagin fer Hans Marius Ziska at syngja og spæla, og eftir hetta verður setanin saman við hornorkestrinum Nes Sóknar Musikkfelag. Betri-deildardysturin millum NSÍ og AB verður fríggjakvøldið kl. 19.00 við Løkin.

Leygardagin vera nógv umrøddu Runutusk kappingarnar. Talan er um fleiri kappingar, býttar í aldur og bólkar. Við Doktaragarðin verður ein forkunnugur Urtagarðsdagur. Kl. 13.00 verður barnaróður, og kl. 15.00 FM róður. Seinni um kvøldið verður syngið við á torginum við býráðshúsið, og eftir hetta verður miðnáttarsamkoman við luttøku av hornorkestrinum og Dáva Høgnason sum gestarøðara.

Sunnudagin verður kappsigling millum 4-5 mannafør.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo