Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eysturkommuna hevur ment ein nýggjan ferðavinnusamleika, hvørs endamál er at bjóða øll ferðavinnutilboð í økinum fram undir einum og sama flaggi.

Hetta, fyri at tað skal vera lættari hjá ferðafólki at finna runt í mongu tilboðunum, og eisini fyri at tað skal vera lættari hjá íbúgvunum í kommununi at bjóða sínar vørur og tænastur fram og at samstarva.

Ferðavinnusamleikin er Visit Eysturland. Við heitinum gerst Eysturkommuna meira atkomilig hjá ferðafólki, og somuleiðis ber navnið brá av onkrum fornum og norrønum, sum júst er eitt av høvðuseyðkennunum við økinum. Her er aldargomul søga, og mangt forvitnisligt at vitja og granska. Búmerkið hevur eitt rúnarkent skap, sum tó hevur eitt nútímans snið. Soleiðis peikar samleikin aftur í tíð - og eisini fram í tíð. 

Ferðavinnan hevur tikið dik á seg í Føroyum, og eisini her í bygdunum í Eysturkommunu síggjast ferðafólk. Og tað er einki at siga til, tí vit búgva í einum vøkrum og søguríkum øki, har møguleikarnir eru óteljandi. Tað er týdningarmikið at vera við í eini spennandi vinnu, sum er í stórum vøkstri, og at marknaðarføra bygdir, støð, tiltøk og upplivingar í Eysturkommunu sum ferðavinnuøki.

Vitja heimasíðuna á www.visiteysturland.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo