Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eysturkommuna fer í morgin at selja 25 grundstykki á ein heldur óvanligan hátt. Í morgin á middegi verða grundstykkini sett til sølu, tá ber til at fara inn á heimasíðuna hjá kommununi og trýsta á eitt av stykkjunum, sum síðani verður avlagt í 30 minuttir, ímeðan tann áhugaði kann útfylla umsóknina. Hevur viðkomandi ikki gjørt tað, tá tíðin er farin, so verður tað aftur leysgivið til onnur at keypa.

- Kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 kr. pr m2. Harafturat verður eitt íbindingargjald á kr. 20.000 kr kravt til íbinding í felags reinsiverk, sigur kommunan á heimasíðuni.

Við útvarpið sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri, at grundstykki áður hava verið seld á henda hátt, men ikki so nógv sum nú.

- Eg vóni at øll grundstykkini verða seld, vit arbeiða nógv við at fáa fólk at flyta hendavegin, og vanliga er stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum í Eysturkommunu, sigur hann millum annað.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo