Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum væntað kom onnur ríðin av farsóttini COVID-19 á okkum. Tá givið verður út av tjóðrinum, leingist boðið - rásarúmið víðkast - og vandin fyri óhepnum avleiðingum kann gerast størri. Tað var ikki annað enn tað sum hendi.

Hinvegin fær gjørd gerð onga vend. Tað vendist ikki aftur. Heldur eiga vit nú at brúka alla tøka orku til at temja farsóttina av nýggjum, fyri framlítandi at gera gerandisdagin hjá føroyingum so lagaligan aftur sum gjørligt, hagartil koppingarevni er uppfunnið andvegis trupulleikanum sjálvum.

Myndugleikarnir hava, síðan annað óløgið herjaði á okkum, gjørt tað skilagóða, at uppstiga kanningarnar í stóra mun. Fyri tað nógva eru tað privatar rannsóknarstovur og sjúkrahúsini í Klaksvík, Tórshavn og í Suðuroy sum nú standa fyri at skava og greina slím úr svølgrúmunum á føroyingum.

Óttin í fólkinum er stórur. Eisini í Eysturoy. Hvussu stórur trupulleikin er í oynni, ella í støðum í oynni, vita vit sum leikfólk ikki, men er bara ein partur av tosinum millum fólk eftirfarandi, so er støðan nógv verri nú, enn táið farsóttin kom á okkum í vár. Eisini vita vit, at sóttin, í mun til í vár, er komin inn um gáttir, í støðum, har hon kann fáa ringar fylgjur.

Fari við hesum fáu orðum at heita á heilsumálaráðharra okkara, Kaj Leo Holm Johannesen, um at fáa sett upp eina interimistiska kanningarstovu í Eysturoy til endamálið, skjótast gjørligt, soleiðis, at frekvensurin av kanningum kemur upp á sama støði her í økinum sum í øðrum størri miðsavningum í landinum, annars kann úrslitið gerast, at Eysturoyggin liggur sum ein grá leingja í COVID-19 høpinum, har staðfestingar og íspunnar gitingar trívast hvørt um annað – og ongin kennir veruleikan. Til stóran ampa fyri okkum øll.

Ein lítil fjórðingur av landsins íbúgvum búgva innanvert landafrøðiligu mørk oyggjarinnar, nógv av teimum fara hvørki til Klaksvíkar ella til Tórshavnar, at standa í raði ein heilan arbeiðsdag, fyri at taka slím úr svølgrúminum, harvið eru áneyðirnar stórar fyri at okkurt hendir hesum viðvíkjandi sum skjótast.

Hølisviðurskifti skal landsstýrismaðurin ikki hugsa um, tað vænti eg at onkur av kommununum fer at hjálpa honum við í einari snarheit, táið hann tekur avgerðina um, at Eysturoyggin eisini er ein partur av Føroyum, táið tað snýr seg um heilsuviðurskifti.

Meðan bíða verður eftir boðum.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo