Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- 1,3 milliardir (1.300.000.000 kr) eru útreiðslurnar í Eysturoyartunlinum higartil

- Inntøkurnar eru 2.100 kr (3 bøtur á 700 kr)!!! – hvørjum kassa bøturnar enda í, er ein onnur søga...

Minniligur dagur í gjár – alt so bjartskygt og vónríkt. Eysturoyartunnilin er eitt bragd – politiskt, fíggjarligt, tøkniligt og sum handverk umframt á so nógvum øðrum økjum. Ikki minst er tað merkisvert, at arbeiðið er framt so at siga ótarnað hóast hóttandi koronustøðuna. Stórt rós hava øll uppiborið, sum hava virkað við til at fremja hetta risaframstig í føroyska samfelagnum. Føroya fólk fær harafturat ta stórfingnu jólagávu, at kunna koyra ókeypis í tunlinum heilt til 10. januar 2021 – fantastiskt!

Tí standa tíðindini í dag um fyrstu “inntøkurnar” í skríggjandi andsøgn til alt tað jaliga, sum hent er um vikuskiftið. “Inntøkurnar” er bøtur, 700 kr hvør, til 3 súkklarar, sum – eitt sindur provokerandi – hava víst á ein lítlan fótfeil, sum hetjurnar handan Eysturoyartunnilin hava gjørt í skipanini av ferðsluni gjøgnum tunnilin.

Hvat er so brotsverkið hjá súkkarunum, sum teir hava fingið hesar søguligu bøtur fyri at fremja? Jú teir flyta seg uttan at brúka svarta orku, teir íðka heilsufremjandi ítrótt, sum í longdini avlastar okkara heilsuverk, og harafturat eru teir drívmegin í felagsskapum, sum eggja og stuðla øðrum at tilogna sær hesar somu, reinu og sunnu vanar. Alt gjørt í jaligum, lívsjáttandi felagsskapi, har øll sleppa at vera við.

Tunnilsleiðslan grundgevur sína støðu við trygdini, og alt gott um tað. Men tunnilin skal brúkast og vera øllum til gagns, t.d. eisini súkklarum, sum ikki ferðast so skjótt, men heldur ikki dálka sum bilarnir. Ein íløga upp á 1,3 milliard er ikki skilagóð, um hon ikki kemur so nógvum sum møguligt til gagns.

Sjálvsagt skal ferðslan skipast við skili, og tað er væl skilligt, at fult yvirlit ikki er yvir støðuna frá fyrsta degi. Tí kundu nøkur hugskot frá mær t.d. verið, at tit umhugsaðu og arbeiddu við at:

- eftirmett ferðslustøðuna eftir eina royndartíð

- umhugsa at loyva/forbjóða “seinari ferðslu” ávísar tíðir á degnum ella í vikuni

- viðgjørt farleiðirnar til Havnar og tvørtur um fjørðin hvør sær

At skjóta seg undir, at trygdarskipanin ikki loyvir tí, ella hvat ein útlendsk frágreiðing metir, eru reinar undaførslur, sum ikki áttu at verið brúktar av so dugnaligari leiðslu sum hesari. Hesar skipanir eru mannaverk, og tit hava brotið meira upp úr nýggjum higartil enn hesar smálutir.

Eg skal eisini minna á, at tit hava greitt frá, at rundkoyring undir havsins botni var frámælt av “serfrøðini”, men at tit arbeiddu tykkum fram til eina loysn, sum nú er vorðin heimskend – tað kunnu allir føroyingar vera ernir av. Tí eiga tit at viðganga tykkara lítla fótfeil í hesum føri og fara í samskifti við viðkomandi felagsskapir um at skipa ferðsluna soleiðis, at hon eisini gagnar okkum seinu, men eisini ódálkandi og sunnu ferðandi.

At enda meti eg, at hesar 3 bøtur áttu at verið annuleraðar og afturgoldnar – hatta er alt ov smáligt og ein skøva í annars glæsiligu tilgongdina í sambandi við upplatingina av Eysturoyartuninum í gjár.

Súni Kristiansen, súkklari av Skála

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo