Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kostnaður við bili og koyritíð við bussi hjá norðoyingum, ið arbeiða í Havn, eftir 19. desember.

Ferðastuðul:

Áðrenn 19. des. 44,50 kr + 16,90 kr. = 61, 40 kr.

Eftir 19. des. 28,00 kr + 16,90 kr. = 44, 90 kr

Ferðakostnaður:

Áðrenn 19. des: Brennievnið 88,00 + Tunnilsgjald 20,00 – Ferðastuðul 61,40 = 46, 60 kr.

Eftir 19. des: Brennievnið 48,00 + Tunnilsgjald 170, 00 – Ferðastuðul 44,90 = 173,10 kr.

Meirkostnaðurin hjá norðoyingum, ið koyra til arbeiðis, verður 126,50 kr um dagin!

Flest øll hava 220 arbeiðsdagar um árið. Hetta merkir, at norðoyingar skulu gjalda 27.830 kr meira um árið eftir 19. desember.

SSL dumpar:

Nógv av okkum hava tí sett okkara álit á SSL. Men har er einki at heinta. Eingin snarbussur úr Klaksvík um morgunin og seinnapart.

Flest verkafólk byrja arbeiðsdagin kl. 08:00. Skulu norðoyingar møta rættstundis, mugu vit heimanífrá kl 05.55. Vit fáa enntá tann heiður, at ferðast eftir vestara armi á Skálafjørðinum, um vit velja pyjamas-rutuna. Koyritíðin: 1 tími og 25 min..

Næsti túrurin er kl 06:50, tá eru vit á farðstøðini kl. 08:00. Koyritíðin: 1 tími og 10 min! Forestin, vit koma ov seint til arbeiðis.

Fólk á Skálafjørðinum hava havt snarbuss í fleiri ár. Koyritíðin: 1 tími og 20 min.

Eftir 19. des. brúkar leið 400 5 min. longur til Havnar, enn leið 401 ger í dag.

Meirkostnaðurin, at ferðast við leið 400 eftir 19. des., er 40 kr. Falda vit 40 við 220, gevur hvør norðoyingur landinum, ið velur SSL, 8800 kr. meira í olmussu hvørt ár.

Líka eitt aftrat. Fyrsti túrurin norð aftur, eftir arbeiðstíð, er kl 16:45 eftir 19 des..

Áðrenn 19 des. er fyrsti túrurin norður aftur, eftir arbeiðstíð, kl 16:15.

Tað merkir at norðoyingar eru í Klaksvík kl 17:50, bæði áðrenn og eftir 19. desember.

Norðoyingar gjalda meira fyri einki!

Rói Norðoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo