At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gjaldstovan: Nú ber til at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág frá Apoteksverkinum á Vanganum. Tú kanst rita inn á Vangan, fara á síðuna hjá Apoteksverkinum og síggja heilivágin hjá tær og tínum børnum, sum er útflýggjaður seinastu 2 árini. Tey, ið fáa tilskot frá Heilsutrygd, kunnu síggja hvat tey rinda av heilivágnum, og hvat tilskotið er. Eisini kunnu tey, sum brúka tænastuna Skamtan, síggja eitt yvirlit yvir tann heilivág, ið verður verður pakkaður.
 
Apoteksverkið avgreiðir á leið 800.000 ordinatiónir av heilivági um árið, og nærum allir føroyingar eru onkuntíð á síni lívsleið kundar hjá Apoteksverkinum. Talgilda apotekið verður eitt ískoyti til tey fimm apotekini kring landið. Posta koyrir eisini heilivág út fyri Apoteksverkið, og hesum pakkum kanst tú eisini fylgja á Vanganum.

Apoteksverkið arbeiðir støðugt við at veita góða kundatænastu. Hvørja viku ringja á leið 1.100 fólk til Apoteksverkið, og nógvir fyrispurningar eru um reseptin er komin á apotekið, og hvat kostnaðurin er. Nú kunnu viðskiftafólk fara inn á Vangan alt samdøgrið og fáa upplýsingar um sín heilivág. Tey sleppa sostatt undan at vitja apotekið ella ringja inn fyri at fáa upplýsingar um reseptir, hvussu nógv er útflýggjað og kostnað. Tú hevur upplýsingarnar við hondina alla tíð.

Apoteksverkið er 11. tænastuveitari, ið er partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur. Í Talgildu Føroyum eru vit sera fegin um samstarvið. Hetta er fyrsta stigið á leiðini at geva føroyingum talgildar heilsutænastur. Næsta stig verður at veita nakrar góðar sjálvgreiðslur. Trygdin á Vanganum er í hásæti, og tøknin ger, at tað einans ert tú, ið fært atgongd til tínar persónligu upplýsingar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo