Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"Eg hevði mist evnini til at kenna gleði, hevði eg ikki havt Føroyar til at verma sinni mitt" Jørgen Frantz "E".

Fá men kná. Tað er okkara styrki. 

Tað prógvaði korona.

Korona farsóttin prógvaði enn einaferð at føroyingar hava framúr góðar loysnir fyri Føroyar og enntá allan heimin.

Vit prógvaðu sum samfelag, at stóðu vit saman, kláraðu vit at basa smittuni.

Og so var.

Longu í apríl mánaði høvdu vit ikki fleiri nýggjar tilburðir.

Hetta lítla hjálandið hjá móður Danmark hevði metskjótt bast smittuni.

Enn einaferð prógvaðu vit, føroyingar at tað, sum ikki eigur at verða gjørligt, er gjørligt hjá okkum.

Hví kunnu vit ikki sjálvi avgera, hvat hendir í Føroyum?

Vit hava ikki tørv á Danmark, á sama hátt sum Danmark hevur tørv á okkum.

Vit eru ikki hjáland av neyð.

Vit hava rætt at sita við samráðingarborðið.

Fá men kná, men heilt óhugnaliga dugnalig.

Danir eru hepnir at hava okkum sum part av ”ríkisfelagsskapinum”.

Tann dag teir finna út av tí, eru vit eitt fullveldis oyggjaríkið (FO) í Atlantshavinum.

Magnus

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo