Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilafelagið ynskir at dentur verður lagdur á taluvenjing til fólk við seinaheilaskaða, sum hava varandi tørv.

Heilafelagið fær javnan fyrispurningar frá avvarðandi, tí tey fáa ikki neyðuga ráðgeving og tilboð til teirra kæru, sum eru rakt av seinheilaskaða. Serliga illa stendur til at fáa taluvenjing til fólk, sum hava afasi.

Jóhannis Joensen, løgtingslimur hjá Javnaðarflokkinum setti herfyri landsstýriskvinnuni í Almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir munnligan fyrispurning um taluvenjing til fólk við seinheilaskaða.

Elsebeth greiddi frá um tilboð um endurvenjing, sum Hjálpitólarmiðstøðin í Almannaverkinum veitir í tíðaravmarkað skeið. Almannaverkið keypir hesa tænastuna frá talulærara í serstøkum førum.

Borgarar við seinheilaskaða hava í flestu førum tørv á taluvenjing í longri tíðarskeið og í nógvum førum varandi tørv. Trupulleikin er, at eingin skipað taluvenjing er til hesar borgarar og tí fegnast Heilafelagið um, at vælferðarlógin heimilar Almannaverkinum at veita viðlíkahaldsvenjing frá 2021. Ynskiligt hevði verið at vita, hvussu Almannaverkið ætlar at skipa nýggju tænastuna við viðlíkahaldsvenjing frá 2021.

Heilafelagið fegnast um, at Heilsumálaráðið setur pening av til taluvenjing í heilsuverkinum. Hetta fer at hava stóran týdning fyri sjúklingar, sum eru innlagdur á Apopleksideildini B7 á Landssjúkrahúsinum. Tað er av alstórum týdningi, at taluvenjing, sum partur av endurvenjing byrjar beinanvegin á B7.

Vegna Heilafelagið
Maria Samson, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo