Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bæði í USA, Grikkalandi, Kina og India er lokkað við reiðum peningi ella gávum, um fólk stilla seg í koppingarbíðirøðina.

Og nú gevur eitt prik í armin í Svøríki eisini pening, sambært bretska The Times.

Sum partur av størri kanning, um ein minni upphædd økir hugin hjá fólki at lata seg koppseta, fáa útvaldir sviar boðið 200 krónur, um teir siga ja til prikini, skrivar danska TV 2.

Í gjár bað amerikanski forsetin Joe Biden amerikansku statirnar og lokalar stjórnir um at geva 100 dollarar - um 625 krónur - til øll í USA, sum verða koppsett móti koronavirusinum.

Í pørtum av høvuðsstaðnum í Kina hava fólk sambært The Guardian fingið tveir eggjabakkar, siga tey ja til Sinovac-vaksinuna. Og í indiska býnum Rajkot hava kvinnur fingið gullnasaring afturfyri at koppseta seg og menninir hava fingið blendara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo