Fyrst helt eg tað var tú. So helt eg tað var beiggi tín. Nú síggi eg, tað er hvørgin av tykkum
- orðfimur vestmenningur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd Maibritt Johannessen

Mynd Maibritt Johannessen

Mynd Maibritt Johannessen

Ríðisambandið: Talið á luttakarum til heystkappríðingina á flúgvarabedingini í gjár, var munandi hægri enn vanligt, mest vegna góða umboðan frá nýggja felagnum Sleipnir. At tey úr Sleipnir, so fóru heim við tveimum fyrsta prógvum gjørdi helst ikki dagin hjá eysturoyarfelagnum verri. 

Anna Magnussen ið er verandi føroymeistari í tvíspor, vann tvíspor l flokk, hetta var triðja kappingin í ár og hóast at hetta er fyrstu ferð at Anna Magnussen og hesturin Freyr vinna í ár, so kunna tey nú sjálvi avgerða um tey endurvinna FM. Svanna við Barbara Chaparro á baki gjørdist nummar tvey í gjár og er tað nú hesi bæði sum kappast um FM. Fyrrnevndi Bárður Johannessen gjørdist her nummar trý við hestinum Smára. 

Ása Bárðadóttir vann tvíspor ung á ryssuni Silfa, støðan líkjist henni í tvíspor vaksin, Silfa og Ása Bárðadóttir eru verandi føroyameistarir, men ikki fyrr enn í triðju kappingini í ár hevur tað eyðnast teimum at vinna, men sum í tvíspor vaksin, hava tær eisini møguleika at avgerða alt sjálvar, um tær vinna á Heystkappríðingini í Havn um tvær vikur. Urd og Silja G. Eystberg er kappingarneytin, tær hava vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar í ár, men í gjár mátti tær taka til taka við at gerast nummar tvey. Nummar trý gjørdist Tindur við Ranju K. Halsdóttir. 

Thorfinn Nielsen vann tølt á hestinum Krapa, Bárður Johannesen vann skeið við Syrpu, Birna Jóanesarson á Kiljan vann trav og Bergfríð Lassen og Spirit vunnu tvíspor ll flokk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo