Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini.

Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 1999 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 76,0 ár og gentubarni 80,0 ár. Nú er hann 80,6 hjá dreingjabarni og 85,8 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við næstan 5 árum hjá mannfólki og umleið 6 árum hjá konufólki.

Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí, sum var nógv mest vanliga høvuðsatvoldin, hjarta- og æðrasjúkur, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin eru tað fleiri aðrar ymiskar deyðaorsakir, ið nú gera seg meira galdandi.

Fá meira at vita her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo