Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Marnar Fríðheim Kristiansen, sum lesur ph.d. á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, er ein av høvundum til nýggja vísindaliga grein um krabbamein, sum júst er útkomin.

Kanningin byggir á samanbering av krabbameinsfráboðanum til ymsu skráirnar í Norðanlondum í 2020.

Í apríl-mai vóru færri fráboðanir um krabbamein í øllum londunum uttan í Føroyum, og størsta minkingin var staðfest í Svøríki.

Sum leið út á heystið í 2020, tóku fráboðanirnar tó dik á seg aftur í Danmark, Noregi og Íslandi, men í minni mun í Svøríki og Finnlandi.

Í Svøríki og Finnlandi vóru 6.2% og 3.6% færri krabbameinsfráboðanir við árslok 2020. Eingin minking varð staðfest í Føroyum, har tølini liggja innan fyri mark, tá talan er um hagfrøðiliga tilvild. 

##med2##

Í hesum norðurlendska samstarvinum hava granskarar frá Karolinska Instituttinum og umboð frá øllum teimum norðurlendsku krabbameinsskráunum samanborið, hvussu nógvar krabbameinsfráboðanir vóru í 2020, samanborið við árini frammanundan heimsfarsóttini.

Granskararnir brúktu patologifráboðanir til landsdekkandi og regionalar krabbameinsskráir í Danmark, Føroyum, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Hesar fráboðanir eru tann skjótasti hátturin, sum krabbameinsskráirnar fáa upplýsingar um krabbameinstilburðir. Av tí, at hesin háttur varð brúktur, kunnu frávik vera frá tí alment fráboðaða títtleikanum, sum eisini brúkar aðrar keldur, og har tað kunnu koma fráboðanir seinni. 

Í øllum londunum uttan í Føroyum minkaði talið, sum nevnt, av fráboðanum í apríl-mai 2020.

Størsta minkingin var í Svøríki, har talið av nýggjum tilburðum í mai 2020 var 31% lægri enn sama mánað 2019.

Signifikant minking var av nýggjum illkynjaðum svullum í apríl og mai mánaði í Finnlandi (-24% í mai), Danmark (-16% í apríl) og Noregi (-15% í apríl), og ein ikki hagfrøðiliga signifikant minking í Íslandi (-17% í apríl).

Í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi vuksu fráboðanirnar í seinnu helvt av 2020 til næstan sama stig sum í 2019. Í Svøríki og Finnlandi var vøksturin tó ikki nó stórur til at svara til minkingina, sum hevði verið um várið (árlig minking upp á 6.2% í Svøríki og 3.6% í Finnlandi). Fráboðanirnar fyri ’in situ’-tilburðir (undanstig til illkynjað krabbamein) vóru umleið á sama stigi sum áður. Tó vóru ’in situ’-tilburðirnir í Svøríki eisini færri um heystið 2020.

Tey føroysku ’in situ’-tølini eru ógvuliga lág, og tí er stór hagfrøðilig óvissa um tey. 

Korona og krabbamein
COVID-19-heimsfarsóttin hevur havt við sær færri staðfestar krabbameinstilburðir í Norðurlondum, har størsta minkingin, sum nevnt, var í Svøríki. Neyvan er tað tí, at færri krabbameinstilburðir hava verið, men tí at fólk ikki eru komin til lækna ella ikki eru sloppin fram at kanningum.

Munurin á londunum kann helst stava frá, hvussu ymiskt heimsfarsóttin hevur rakt tey og harvið eisini, hvussu nógv fólk hava broytt atburð við t.d. ikki fara til lækna, um tey hava merkt okkurt.  

Neyðugt er framhaldandi at fylgja við rákinum við krabbameinstilburðum. 

Hendan kanningin hevur víst eitt samanberligt mynstur við minkingum av krabbameinstilburðum í Norðurlondum í apríl-mai 2020.

Ein skal hava í huga, at tíðliga í farsóttini var ógvuliga stór óvissa, sum kann hava ávirkað atburðin hjá fólki, tá talan er um at lata seg kanna, um sjúkueyðkenni eru, ið benda á krabbamein.

Krabbameinsscreening varð eisini steðgað fyribils í summum londum, meðan tað í øðrum vóru týðiliga færri, sum lótu seg screena.

Týdningarmikið er at leggja til merkis, at greiður vøkstur var í krabbameinstilburðnuum á heystið 2020 í øllum londunum, tó uttan at svara til minkingina, sum var um várið í Finnlandi og Svøríki. Vit mugu tí framhaldandi ansa eftir, um seinkingar í krabbameinsdiagnosum fara at hava við sær, at fleiri fáa staðfest krabbamein á einum seinni stigi.

Hóast munirnar í Norðurlondum av handfaringini av koronufarsóttini, so vísa okkara úrslit lík mynstur tvørtur um lond, serliga í byrjanini av heimsfarsóttini.

Úrslitini í kanningini benda á, at tað, sum hevur størst ávirkan á talið av staðfestum krabbameinstilburðum, er, hvussu álvarslig farsóttin er í landinum, heldur enn hvussu strong tiltøk verða sett í verk at basa farsóttini.

##med3##

Okkara næsta stig er framhaldandi at halda eyga við krabbameinstíttleikanum í samstarvi hvør við annan.

Tað verður serliga týdningarmikið at geva sær far um, á hvørjum stigi krabbameinið er, tá tað verður staðfest komandi tíðina.

Lesið greinina her.  

Lesið eisini tíðindaskriv frá Karolinska Instituttinum her.

Um útgávuna
”The impact of the COVID-19 pandemic on cancer diagnosis based on pathology notifications: A comparison across the Nordic countries during 2020”. Anna LV Johansson, Siri Larønningen, Charlotte Wessel Skovlund, Marnar Fríðheim Kristiansen, Lina Steinrud Mørch, Søren Friis, Tom Børge Johannesen, Tor Åge Myklebust, Anna Skog, David Pettersson, Helgi Birgisson, Anni Virtanen, Nea Malila, Janne Pitkäniemi, Tomas Tanskanen, Laufey Tryggvadóttir, Giske Ursin, Mats Lambe. International Journal of Cancer, online 13 April 2022. doi: 10.1002/ijc.34029. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo