Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Seinasta vikuskifti skipaðu bygdirnar í Vágum fyri savnsfagnaði. Hetta man vera fyrstu ferð, at oyggin hevur bjóðað øllum hugaðum vestur til eitt felags mentanarligt samtak. Fyrimyndarliga varð fari um lokalu søgurnar, sagnirnar og vinnulívssøguna. Krígssøgan, ið burtur av er vágalig, varð lýst við uppaftur forvitnisligari lutum enn fyrr, tí ein partur av vrakinum av vatnflogfarinum, ið datt niður á Sneis á Viðoy í 1943  er komið vestur á krígsssavnið. Tað var eitt bretskt Catalina, ið fórst í tjúkkum mjørka, og 9 bretar fórust í hendingini. Henda savnsfagnaðarleygardagin stóð tað mosagrógvið á gólvinum í ítróttarhøllini á Giljanesi, har eisini óhugnaliga hendingin umborð á Heldarstindi í 1984 í orðum og myndum varð lýst á stórskíggja.   Fyrireikingararbeiðið hevur helst verið umfatandi, tí skúlarnir høvdu lagt alla orku í at vera við. Næmingar í øllum aldurstigum høvdu við sínum førleikum sett upp sagnir í pappi, pappíri og ull. Tey høvdu rættiliga ómakað sær. Áhugavert var at síggja plantusavnið hjá Elias Karl Petersen, lærara. Litirnir á plantunum vóru nógv bliknaðir, sá man, men hetta vóru grøs og plantur frá 50unum, so eyðvitað hevur tíðin blikað. Modellskipini og søgan um vágaskipini eigur eldsálin Jan Erik stórt rós fyri. Vandaliga varð modellskipaflotin settur fram, sum gav høllini á Giljanesi eina serliga dýpd. Heimildarfólkini vóru eisini so fyrikomandi, um okkurt var at spyrja um.

At síggja sprek ella lutir av forna Eyðanstovuskipinum var nakað heilt fyri seg. Funnið er fram til, at vit skulu heilt aftur til ár 930, tá hetta góða skip endar í sandinum í Sandavági. Í sama høli hevði Jákup Pauli í Eyðansstovu fornlutir, ið hann sjálvur hevur savnað. Elligomlu, slitnu bíbliuna løgdu øll til merkis. Hon bar boð um stóreldin í Eyðanstovu á sinni. Týðiligt var, at hon varð bjargað í síðstu løtu úr eldinum.

Krígssavnið í Miðvági er forvitnisligt, hvørja ferð man vitjar. Ljóð, ljós og litir taka saman um eina  dapra tíð hjá føroyingum. Savnið lýsir so væl alt tað óunniliga sum hendi, ið ikki skal útgreinast her. Tó skal skoytast uppí stóra kortið, ið hongur í forstovuni á krígsavninum.  Tað myndar Ísland og havið kring Ísland. Í tíðarbilinum 1882 – 1993 eru 66 føroysk skip farin við stendur Íslands og við teimum 400 sjómenn. Hvørt einasta skip/slupp er frámerkt neyvt, hvar tað er farið. Ein ikki sørt áhugaverd talva í litum.

Í Beitishúsunum var sýning av fotomyndum hjá tveimum miðvágssystkjum. Annað teirra, ein ikki sørt at sær komin ung kvinna fór til Noregs at læra seg fotofakið seinast í 1800talinum, og hetta er komið Miðvágs bygdasavni ruddiliga til góðar. Dygdin er framúr góð í hesum myndum. Hanna Hansen í Miðvági hevur tikið eina hepna hond um myndasavnið. Í Beitishúsunum spældu ung fródligan, ljódligan tónleik. Her var sera væl gingið um.

Í Listastovuni í Miðvági, ið fyrr kallaðist Salem, varð søgan/søgnin um prestaeinkjuna Beintu framførd.  Framførslan var einmansleikur. Annika Johannessen spældi Beintu, og Marita Dalsgarð leikstjórnaði. Leiktjøldini vóru málningar hjá S. J. Mikines, ið fingnir vóru til láns, meðan savnsfagnaðurin var. Snilt í mangar mátar at kombinera Mikines listarmálara og Beintu.

Í savnsfagnaðinum koyrdu bussar millum bygdirnar við frásøgumanni, ið greiddi frá bretsku hersetingini í 1940. Tað var sera snilt funnið uppá. Á góðum vágamáli at hoyra júst, hvussu bretar fóru til verka á oynni. Bara søgan um flogvøllin, ið var neyðugur í verjuni, er ein so sermerkt søga. 

Jú, har var so nógv at fara at hyggja eftir, at tað er ógjørligt at umrøða alt. Tað hugfarsligasta var helst afturlítandi vinnulívssøgan úti í pakkhúsinum í Sandavági. Har varð fiskaturkingin endursøgd í orðum og myndum. Fínir fyrilestrarhaldarar sum Helgi Jacobsen og heimildarmaðurin, Heini F. Petersen, greiddu livandi frá virknu fiskaturkingini úti á Bakka. Ikki sørt skemtilig var ein spaniuferð hjá eini føroyskari saltfiskaslupp undir fyrra heimskríggi. Skipið strandaði harniðri av onkrum givnum orsøkum, men væl dugdu føroysku sjógarparnir at njóta útlegdina við sól og sigar í “vínlandinum” fyri sunnan. Hetta var annað lív enn at ganga heima og velta og breiða út tøð og tara. Afturvið hesum skemtiliga lestri var fiskasúpan og saltfiskakrás úr spískamarinum hjá Gutta Winther. Undir fornu og søguligu bjálkunum dró harmonikudámurin okkum til sólstrendurnar burturi og til Britu á Brekku, sum droymir heima um skiparan á Stefaniu. Ljóðini við eyðkendum harmonikutónalagi minti okkum á tær mongu, bragdligu sjómansvísurnar, vit eiga og einamest tær hjá Hans And. Djurhuus, ið var lærari í Sandavági frá 1909 – 1916 og sigst hava yrkt tað besta og mesta tey árini har vesturi.  Saltfiskafagnaðurin var einastandandi og munnu sandavágsfólk vera Gregersenmonnunum úr Gøtu sera takksom at hava sett alt so væl í stand aftur frá tí farnu tíð.

Stórt rós til samtakið í Vágum fyri savnsfagnaðin. Hetta var fagnaður við fynd, har alt var ókeypis. Tað gjørdu tit fyrimyndarliga væl. Søgurík er oyggin, og tit dugdu væl at vísa á, hví savnsfagnaðurin var verdur at vitja.   

Poulina Slættanes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo