Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Ongin blívur ríkari av umfordeilingspolitikki. Øll gerast fátækari.”

Soleiðis segði Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, í løgtinginum í gjár. Eg helt, at eg hoyrdi skeivt, men hann endurtók boðskapin skrivliga á Vágaportalinum sama kvøld.

Hann segði hetta við Javnaðarflokkin, tí vit í Javnaðarflokkinum halda, at alivinnan eigur at rinda meira í felagskassan fyri framíhjárættin til allar føroysku firðirnar. Tað skal vera við til at fíggja skattalætta til vanliga arbeiðaran, hægri lønir til tey, sum arbeiða á umsorganarøkinum og eina minking av meirvirðisgjaldinum á gerandisvørum so sum breyð, mjólk, frukt og grønmeti.

Tað vil Fólkaflokkurin ikki.

Men Fólkaflokkurin skilur ikki, at okkara vælferðarsamfelag er bygt upp við umfordeilingspolitikki. Um vit ikki býttu virðini, vit øll eiga, millum okkum, so var eingin fólkaskúli. Eingin dagstovnur. Einki heilsuverk.

Ja, so var eingin sterk vinna, tí tær bestu fyritøkurnar virka best við vælferðarsamfelagnum í rygginum. Við einum trygdarneti, sum tekur sær av okkara kæru. Og við einum áliti á, at alt nokk skal ganga, um nú tað ringasta skuldi hent.

Verða øll fátækari av umfordeiling?
Svarið er einfalt: Nei.

Sum dømi kann eg nevna, at undanfarna samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn framdi eina umfordeiling við at hækka tilfeingisgjøldini í uppisjóvarvinnuni og alivinnuni. Henda inntøkan varð brúkt til at lækka landsskattin hjá teimum lægstløntu úr 20 prosentum niður í 15 prosent, at hækka lestrarstuðulin til lesandi og til eitt familjuískoyti til barnafamiljur, sum livdu í fátækraváða.  

Um pástandurin hjá formanninum í Fólkaflokkinum passar, so skuldi henda umfordeilingin havt við sær, at øll hesi gjørdust fátækari. 

Tað gjørdust tey sjálvandi ikki. Tey fingu sjálvandi øll eitt sindur meira av peningi at liva fyri. Og samstundis hildu yvirskotini í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni fram við at vaksa.

Hesi gjørdust ikki fátækari, men ríkari.

Og gjørdist landskassin so fátækari av umfordeilingspolitikkinum? Nei. Landskassin, sum hevði havt stór hall øll árini frammanundan, meðan Fólkaflokkurin sat á kassanum, fór nú brádliga at hava stór yvirskot.

Tí passar hesin pástandurin hjá formanninum í Fólkaflokkinum heldur ikki. Tvørturímóti. Vit gerast øll ríkari, fáa eina sterkari samanhangsmegi og eitt betri samfelag, har øll føla seg sum part av tí.

Føroyar fyri øll
Nú vit í trý ár hava havt eina borgarliga samgongu, har Fólkaflokkurin situr við valdið, kunnu vit passandi spyrja: Hvussu gongur tað so nú?

Eru tey lágløntu blivin ríkari?  

Er arbeiðarin blivin ríkari?

Er námsfrøðingurin, heilsuhjálparin og heilsurøktarin blivin ríkari?

Er barnafamiljan blivin ríkari?

Eru tey lesandi blivin ríkari?

Er fyritíðarpensjónisturin blivin ríkari?

Nei, eingin av hesum bólkum er blivin ríkari. Tvørturímóti, so røkkur lønin hjá teimum styttri í dag enn hon gjørdi fyri trimum árum síðan. 

Og samstundis eru tey, sum eiga alivinnuna og uppisjóvarvinnuna blivin so nógv ríkari.

Men hetta er sjálvsagt heilt í tráð við hugsjónina hjá formanninum í Fólkaflokkinum um, at “ongin verður ríkari av umfordeilingspolitikki. Øll verða fátækari."

Christian Andreasen segði herfyri, at hann ikki skilti, at samgongan stóð seg so illa í veljarakanningunum.

Kann tað kanska vera, Christian, at føroyingar ikki ynskja eitt borgarligt stýri, sum arbeiðir fyri tey fáu, men heldur ynskja sær einar Føroyar fyri øll?

At føroyingar ikki ynskja sær eitt samfelag, har summi gerast ovurrík, meðan øll onnur gerast fátækari.

Javnaðarflokkurin vil hava umfordeilingspolitikk, tí vit vilja einar Føroyar fyri øll. Og tað er við umfordeilingspolitikki, vit fáa nógv tað besta samfelagið. Ikki bara fyri fólkið, sum her býr, men eisini fyri vinnuna.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo