Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Føroyum uppliva vit, at krónan er sera sterk og at hon stórtsæð ikki broytist. Men hetta er á ongan hátt sannheitt. Krónan er bundin upp at tí donsku krónuni, sum síðan er bundin upp at Euro´ini.

Taka vit pund, dollars, norsku krónuna og onnur glaldoyru, so flyta kursurnir seg hvønn dag.

Hevði føroyska krónan ikki verið bundin at tí donsku krónuni, høvdu vit eina rentu, sum vildi ligið langt omanfyri hana vit hava í dag. Taka vit eina familju, sum hevur eina skuld uppá 2 milliónir, og rentan vildi verið eini 2-3% hægri, hevði tað merkt, at familjan skuldi goldið 40.000 til 60.000 kr meira árliga í rentu, svarandi til 3.500-5.000 kr. meira um mánaðin.

Hartil vildi rentan hjá landskassanum og kommunum verið væl hægri, og eisini her vildi tað kosta okkum borgarum nógv meira í rentum.

Vit høvdu uppliva nógv sveiggj í krónuni, og vildi tað givið aðrar avbjóðingar, bæði tá talan er um innflutning og útflutning av vørum og tænastum. Tað hevði verið trupult, at hildi ein fastan prís við okkara samstarvspartnarar, og vildi tað ávirka sáttmálar og avtalur, sum blivu gjørdar.

Nógv vinnulív í Føroyum kann ikki fíggjast í føroysku bankunum, tí er neyðugt við útlendskum lánum.

Hevði føroyska krónan staðið einsamøll, høvdu vit haft stór kurstap og kursvinning gjøgnum árini, og harvið sveiggj, sum sjálvandi kunnu fara báðar vegir, og ikki tað støðufestu, sum vit í dag uppliva.

Ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum nógvar ágóðar, sum vit taka sum eina sjálvfylgju.

Føroyingar hava skapt egið vinnulív, egnað mentan og egnar sosialar skipaninir innanfyri Ríkisfelagsskapin, og hetta er tað Sambandsflokkurin ynskir at menna og modernisera, til tað samfelagið vit búleikast í.

Lat okkum saman byggja land, eisini til okkara eftirkomarar.

Jaspur Langgaard
valevni fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo