Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fimm starvsfólk á Familjufyrisitingini fara um nakrar fáar mánaðir millum 1.880 og 4.462 krónur niður í løn í einum høggi, um Fíggjarmálaráðið fær sín vilja. Aðalráðið tvíheldur um, at lønin fer “ikki niður”, tí ein persónlig viðbót “líknar út munin” millum donsku og føroysku lønina. Her eru tølini, sum greitt staðfesta, at útsøgnin hjá ráðnum er skeiv og misvísandi.

Fyrst í apríl fingu fimm starvsfólk, sum starvast hjá Familjufyrisitingini ætlanarskriv frá sínum arbeiðsgevara, har boðað verður frá broytingum í teirra lønar- og setanarviðurskiftum.

Ætlanarskriv: niður í løn ella uppsøgd
Hesi fimm stavaðust hjá Ríkisumboðnum og vóru yvirtikin og flutt til nýstovnaðu Familjufyrisitingina, tá ið familjurætturin kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2018.

Fíggjarmálaráðið hevur alment ført fram, at lønin hjá starvsfólkunum verður óbroytt; at “lønin hjá starvsfólkunum fer “ikki niður”, tí at tey fara at fáa eina persónliga viðbót, sum “líknar út munin” millum verandi løn og komandi føroysku lønina.

Men hetta er bara ikki rætt. Tað váttar ætlanarskrivið, starvsfólkini hava fingið sendandi fyrst í apríl.

Taka starvsfólkini av “tilboðnum” frá Fíggjarmálaráðnum um broytta setan fer bruttolønin hjá starvfólkunum nevniliga at lækka fleiri túsund krónum um mánaðin. Heilt nágreiniliga millum 1.880 og 4.462 krónur, alt eftir hvørjum starvi, tey eru í.

Broytingin kemur í gildi frá einum mánað til annan, so skjótt fráboðanartíðin – sum svarar til uppsagnartíðina hjá starvsfólkunum – er úti, t.v.s um 3 til 6 mánaðir.

Lønarlutir verða strikaðir, lægri pensjón og longri arbeiðstíð
Lønarviðurskiftini hjá starvsfólkum, ið starvast hjá ríkinum eru øðrvísi skipað enn lønin eftir føroyskum sáttmálum. Umframt grundlønina er lønin er sett saman av ymiskum lønarpørtum, sum tilsamans geva eina bruttoløn.

Stóri munurin millum føroysku og donsku setanarviðurskiftini er eisini, at arbeiðsvikan hjá starvsfólkunum í dag er 37 tímar – sammett við 39 tíma arbeiðsvikuna í “tilboðnum” um føroyska setan.

Harafturat hevur onkur av starvsfólkunum 18 % í eftirlønargjaldi – sum koma afturat lønini – sammett við tey 15 %, sum Fíggjarmálaráðið nú ætlar at bjóða starvsfólkinum.

Hvat Fíggjarmálaráðið heilt ítøkiliga meinar við, tá ið sagt verður, at lønin hjá starvsfólkunum “fer ikki niður” vita vit ikki. Men greitt er, at aðalráðið má tosa um onkra aðra løn enn bruttolønina.

Sambært ætlanarskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum til tey fimm starvsfólkini fara starvsfólkini at missa árliga viðurlagið, sum svarar til eina meðal lønarlækkin á 1.354 krónur um mánaðin. Onkur skal niður í pensjón og harafturat ætlar Fíggjarmálaráðið, at øll starvsfólkini skulu arbeiða tveir tímar eyka meira um vikuna. Men fyri somu løn.

-Fíggjarmálaráðið sigur ikki alla søguna. Veruleikin er, at samlaða lønin, bruttolønin, sum altíð er grundalagið í lønarsamráðingum, fer at minka fleiri túsund krónur um mánaðin, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

-At Fíggjarmálaráðið við leiðslurætti ætlar at strika partar av lønini við eini handavending, sum hesi starvsfólkini hava fingið í fleiri ár, og samstundis pástendur, at “lønin verður óbroytt” er eitt. Tað, sum kanska uppaftur verri er, at aðalráðið ætlar at leingja arbeiðsvikuna hjá starvsfólkunum tveir tímar, uttan at tey fáa nakað fyri hetta yvirhøvur. Hetta ókeypis meirarbeiðið svarar til eina meðal lønarlækking á 1.550 kr. um mánaðin.

-Hvat høvdu okkara limir sagt, um landið knappliga hækkaði arbeiðsvikuna úr 39 tímum upp í 41 tímar, uttan at fáa løn fyri tað? Hetta ber sjálvandi ikki til og er ikki nakað, sum nakað fakfelag kann ganga við til, tí longri arbeiðstíð merkir altíð meira løn.

Umframt omanfyrinevndu broytingar ætlar Fíggjarmálaráðið, at komandi lønarhækkingar skulu mótroknast í persónligu viðbótini. Hetta merkir, at lønin hjá teimum verður fastfryst, og at starvsfólkini tí fara at uppliva eina reallønarlækking tey næstu mongu árini.

Skapa ófrið fyri bert 20.000 kr. um mánaðin
Starvsfelagið hevur ynskt, at Semingsstovnurin kemur upp í málið, eftir at samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Starvfelagið endaðu úrtslitaleysar. Men aðalaráðið vil ikki samráðast meira og hevur í staðin givið teimum fimm starvsfólkunum eitt val millum pest ella kolera: Antin góðtaka tey at fara fleiri túsund krónur niður í løn, ella verða tey uppsøgd.

Take it or leave it!

Hetta er óvirðiligt mótvegis dugnaligum starvsfólkum, sum hava uppbygt ein servitan frá tíðini hjá Ríkisumboðnum, og sum eru trupul at erstatta. Starvsfólk, sum undir fyrireikingini til yvirtøkuna hildu seg hava fingið ein grundaða væntan um, at lønin fór ikki at minkað eftir at tey vóru yvirtikin.

Hetta málið sendir eitt ógvuliga óheppið signal út til øll tey starvsfólk, politistar og onnur, sum starvast á økjum, sum standa til at vera yvirtikin í framtíðini. Tað kann skapa óneyðuga mótstøðu millum starvsfólkini móti yvirtøkunum.

Og til hvørja nyttu?

Lønarniðurskurðurin, sum Fíggjarmálaráðið ætlar at fremja í einum høggi um nakar fáar mánaðir fer, at spara landinum umleið 20.000 krónur um mánaðin. Tilsamans. Fyri øll tey fimm starvsfólkini.

- Spurningurin er um tað veruliga er tað vert. Um landið hevur áhuga í, at ónøgd og ótti sleppa at spjaða seg um komandi yvirtøkur. Fyri ein so lítla upphædd sum hetta. Og at ónøgdin fer at gera, at familjurættarliga økið missir starvsfólk við stórari servitan, mitt sum nýggi føroyski stovnurin er undir uppbygging, sigur Súni Selfoss, formaður.

Starvsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo