Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag er seinasti dagurin á árligi missiónsvikuni í Missiónshúsinum á Sandi.

Og nógv fólk hevur leitað sær í Missiónshúsið og hoyrt boðskapin seinastu dagarnar - bæði fólk á staðnum, úr oynni og eisini aðrastaðni frá.

Familjumøti:
Kl. 15.00 í dag, verður øll familjan boðin til familjumøti, tá ið Finn Johannessen, vitjar heiman á Sandi. Finn er virkin í sunnudagsskúlanum í Vági, og plagar at vitja sunnudagsskúlar kring oyggjarnar - og er í dag á Sandi.

Á skránni verður bíbliusøga, sangur, kapping og seinast hugnaløta við drekkamunni.

Seinasta møti, á hesi árligu missiónsvikuni er kl 18.00 í kvøld - og eisini her eru øll hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo