Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skúlin í Porkeri, hevur seinastu dagarnar verði karmur um tiltøk - serliga fyri vaksin.

Men í dag bjóða sunnudagsskúlarnir hjá Heimamissiónini í Suðuroynni, øllum børnum sum vaksnum, til øðrvísi, stuttligt og gott rørslutiltak - undir heitinum Barna OL.

Tiltakið byrjar kl 15.00 og er merkt av, at innihaldi líkist tí vit kenna frá Olympiskum Leikum, nevniliga nógvar ymiskir ítróttargreinar og rørðslur. Í dag, fara so børn og vaksin at hugna sær, og koma ígjøgnum ymisk spøl, rørðslur og kappingar í einum hugnaligum og góðum umhvørvi.

Og sum til allar Olympiskar Leikir, so vera hesir eisini settir - við einari stuttari talu, tá ið øll eru komin inn.

Tiltakið heldur á til kl 16.00 og heilsa tey frá Sunnudagsskúlunum í Suðuroynni, at øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo