Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Norðlýsið skrivar í dag, at samgongan við einum smølum meiriluta ætlar at trumfa ígjøgnum, at verandi umboðsmaður skal halda fram sum løgtingins umboðsmaður.

Samgongan vil eftir øllum at døma hava sín “egna” umboðsmann.

Tað passar helst best í politiska krammið hjá samgonguni.

Keldur vilja verða við, at tað er serliga Høgni Hoydal - saman við partamanninum Páll á Reynatúgvu - sum vil hava umboðsmannin at halda fram.

Fundur verður í løgtinginum mánadagin, og tá fæst at vita, um samgongan fær sín vilja ígjøgnum.

Tað er sum við Kára P, at “meirilutin ræður”, men spurningurin verður hereftir, hvør fer at taka Umboðsmannin í álvara eftir at tað er komið fram, at politikkur nú eisini er komin í valið av løgtingsins umboðsmanni.

So kunna vit spyrja, hvussu tað fer at vera við republikkini Føroyar, tá Høgni Hoydal politiskt fer at útnevna “sín” fyrsta hægstarættardómara í Føroyum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo