At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í døgunum frá 2. til 8. juli fara tey í Riolunato, sum er ein lítil bygd sum liggur í Norðurappenninafjøllunum, ímillum Podalin og Toskana, har norðuri í Italia, at bjóða føroyingum at koma at læra seg italskt. Í sama tíðarskeiði fara tey at bjóða íbúgvunum í bygdini at læra seg føroyskt.

Tað er føroyvinurin Gianfranco Contri, ella bara Franco sum nógvir føroyingar kenna hann, sum stendur fyri tiltakinum saman við øðrum av bygdafólkunum og kommununi á staðnum. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum verður eisini við í ætlanini, sigur Franco, sum sigur at talan er um eitt grundskeið í italskum sum er ókeypis fyri luttakararnar.

- Vit skipa tað soleiðis, at tað eisini verður tíð til hugna og at síggja vakra umráði her sum vit búgva við onkrum gongutúri eins og ymsum tiltøkum av mentannarligum slagi.

- Ætlanin er at luttakararnir úr Føroyum skulu gista privat, men tað ber eisini til at fáa innivist á gistingarhúsi og so hjálpa vit við tí eisini, sigur Franco.

VP vitjaði Franco í 2010, tá kom filmurin omanfyri burturúr.

Meira sæst um Riolunato á alnetinum her:

http://kz23.altervista.org/Riolunato/Riolunato_Faroer/Home.html

http://www.comune.riolunato.mo.it/

http://www.cimonesci.it/

http://www.vallidelcimone.it/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo