Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Mynd: Jógvan Helgi Hansen/VP

Klokkan 15 seinnapartin í dag var farið undir at gera tær fyrstu 4 smátturnar í Bø.

Hetta er ein gomul ætlan sum nú gerst veruleiki, og er annar av stigtakarunum Tróndur Niclasen í Bø, sum skal undir at gera smátturnar saman við konuni Anitu. Tey hava stovnað smápartafelagið Útsýnið, sum eigur smátturnar.

- Fyrstu ferð tað kom fram var í 2008, so tað hevur tikið sína tíð, men tað eru fleiri loyvir sum skulu fáast upp á pláss í sambandi við slíka bygging, sigur Tróndur Niclasen við VP.

Tróndur Niclasen sigur, at teir hava loyvi at gera 19 smáttur tilsamans, men nú verða fýra bygdar fyrst. Hann sigur eisini at smátturnar eru nakað broyttar frá upprunaligu tekningunum, sum arkitekturin Gregoriussen gjørdi upprunaliga.

Nú hevur West Tech í Sørvági teknað smátturnar.

Smátturnar fara at standa innanfyri bygdina Bø, einar 800 metrar frá sjálvari bygdina, móti Sørvági.

Smátturnar verða ikki seldar, men leigaðar út, tá ið tær standa lidnar einaferð tíðliga í heyst, sigur Tróndur Niclasen við VP.

Kostnaðurin liggur einastaðni millum 3 og 4 milliónir.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo