Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjárkvøldið var ein grein hjá Dennis Holm, nevnd ”Útsøgnin hjá Framherja er óseriøs”, á fleiri portalum.

Haldi ikki, at eg nakrantíð havi hitt ella tosað við Dennis Holm.

Men tað er at undrast á, at ein maður, sum bæði er borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum og eisini hevur sitið í nevndum, sum hava við fiskivinnu at gera, skal skriva eina grein, sum so týðiliga vísir, at hann ikki hevur sett seg inn í tingini.

Veit ikki, hvaðani Dennis Holm hevur úttalilsini, sum hann sigur eru frá leiðsluni hjá Framherja, og sum hann enntá nevnir fjákut og óseriøs og eina mystiska trongd til at rópa varskó!

Tað er heilt týðiligt, at Dennis Holm ikki hevur lisið roknskapin hjá Framherja, sjálvt um hann liggur alment frammi.

Tí tað, sum hann ”siterar”, er ikki tikið úr roknskapinum og ei heldur úr leiðslufrágreiðingini, sum undirritaði sjálvur hevur skrivað.

Harafturat eru fleiri aðrir skeivleikar í greinini.

Annars fari eg at ynskja Dennis Holm eina góða jóansøku.

Framherji
Anfinn Olsen, reiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo