Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Umborð á meiri enn 100 ára gamla motorinum ”Grinkil” fingu Jón Sigurdsson, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, saman við starvsfólki, seinastu snøklarnar í lag, meðan stimað var framvið teininum á landi, har ið innari parturin av nógv umrødda Fjøruvegnum skal leggjast. Í húsunum hjá Bátafelagnum, Niðri við Støð á Glyvrum, varð avtalan seinri undirritað um at fremja verkið.

Til ber at siga, at málið byrjar hin 12. februar 2014, táið táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fram á ting løgtingsmál no. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Slakar tveir mánaðir seinri, hin 10. apríl, samtyktu 30 av 30 møttum tingmonnum á tingfundi, at farast skuldi undir hesar báðar undirsjóvarfarleiðirnar - undir Tangafirði og Skopunarfirði.

Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsmunnin eystaru megin við Skálafjørðin skuldi liggja við Toftavatn. Av ymiskum orsøkum var hendan ætlanin broytt, og linjuføringin síðan løgd soleiðis, at tunnilsmunnin endaði í Rókini. Samstundis sum hetta á mangan hátt var ein góð avgerð, hevði hon nakrar ferðsluligar avbjóðingar við sær, serliga fyri Runavíkar kommunu. Eftir hetta setti kommunan í gongd eina ætlan fyri, hvussu hesin knúturin kundi loysast, og í juli mánaða í 2018 var eitt skipanaruppskot klárt at lata myndugleikanum (sum bygdi Eysturoyartunnilin), ið varðaði av ferðslulopinum, sum var í væntu.

Eftir nógvar tøkniligar og politiskar millumrokningar endaði málið við, at táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, á einum fundi í Tinganesi, á heysti í 2020, samdust um at ganga saman um at loysa málið, soleiðis, at metti kostnðurin - á 100 milliónir krónur fyri alla ætlanina - bleiv býttur soleiðis, at Føroya Løgting borgar 55 og Runavíkar kommuna 45 milliónir krónur av øllum Fjøruvegnum. Kommunan skuldi standa fyri verkætlanini, meðan landsmyndugleikin stuðlaði henni. Avtalan varð konfirmerað á Føroya Løgtingi hin 16. desember 2020, har 31 av 31 møttum tingmonnum tóku undir við henni.

Síðan hevur verkfrøðingurin Andras Ortind/LBF, saman við býarverkfrøðinginum Maritu Súsonnu Hentze, arbeitt við at neyvætla innara partin av Fjøruvegnum, og hin 19. mai 2022 var hendan ætlanin boðin út í innboðnari lisitatión millum 5 verktakarar. 3 tilboð komu inn. Felagið Articon hevði lægsta boð á slakar 30 milliónir krónur. Í verkætlanini eru áleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði – leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin. NET og SEV vera partar av ætlanini. Kostnaðurin verður býttur samsvarandi avtaluni, siglað á Føroya Løgtingi, harvið er kommununar partur góðar 13 milliónir krónur. Fíggjarnevndin tók hin 27. juni undir við, at avtala varð gjørd við Articon, og á býráðsfundinum hin 30. juni tók býráðið einmælt undir við at skriva undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av Fjøruvegnum. Væntandi fer felagið í holt við arbeiðið, táið summarfrítíðin er farin framvið.

Farið verður nú undir at neyvætla sunnara partin av Fjøruvegnum, sum verður boðin út, tá fyrireikingarnar eru komnar á mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo