Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hetta er fjórða árið á rað at Faroe Islands International Minority Film Festival, eisini kallaður FIMFF, verður í Tórsgøtu. Í ár verður FIMFF 24.-27. juli og nakað av skránni bleiv avdúkað í dag. Hóast festivalurin vegna korona verður minni enn undanfarnu árini, lova fyriskipararnir, at hann verður líka áhugaverdur og viðkomandi við hágóðsku spæli- og heimildarfilmum sum altíð.  

Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum tann 24. juli kl. 19.30. Tá verður biograf-útgávan av ‘Kampen om Grønland’ sýndur og leikstjórin, Kenneth Sorento, verður til staðar at greiða frá og svara spurningum. 

“Vit broyttu evnið fyri festivalin í ár til Black Lives Matter, hóast vit hava havt tað fyrr, tí vit mettu  evnið at vera enn meiri viðkomandi nú eftir allar hendingarnar í USA og mótmælini móti rasismu kring allan heim.” sigur Nadia Abraham, stovnari av FIMFF. “Afturat tí, viðgera og kunna vit um tvørkynd bæði við filmum og framløgum”. FIMFF leggur nevnliga dent á at vera so fjølbroyttur festivalur sum gjørligt við bæði at sýna filmar, hava framløgur og undirvísing um ymisk viðkomandi evni. 

“Eitt nú kann eg nevna framløguna við Mary C. Namagambe,‘Tann óhøgliga samtalan’ um tann ‘hvíta veikleikan’ og hvussu vit kunnu gerast meiri tilvitaði um rasismu í gerandisdegnum”, greiðir Nadia frá, “Mary, sum er fødd í Uganda og uppvaksin í Danmark, hevur nógvar royndir við arbeiðnum at bøta um umstøðurnar hjá afrikonskum danum og kvinnum í Uganda.”, sigur Nadia og heldur, at hetta er ein fyrilestur, vit føroyingar kundu lært nógv av. 

Børnini fáa eisina sína føstu sýning í Norðurlandahúsinum, “Tó vera færri pláss enn undanfaru ár, men vit lova ein stuttligan film við ‘Ellevilde Ella’ og fáa børnini eisini bomm sum vant.”, sigur Nadia. 

“Hetta er bara nakað av tí, sum verður at síggja og uppliva á FIMFF í ár’, sigur Nadia og heitir hon á fólk um at fara inn á fimff.org og síggja alla skránna og fáa meiri kunning um atgongumerkjasølu og um festivalin sum heild. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo