40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nýggur leiðari á føroysku tónleikaútflutningastovuni, Faroe Music Export (FMX), er norðmaðurin Glenn Larsen. Hann tekur við sum leiðari eftir Fred Ruddick, ið nú fer nýggjar leiðir uttanlands

Glenn Larsen kennir Føroyar og tónleikalivið sera væl.

Glenn Larsen var fyrstu ferð í Føroyum  í 2016 við norska Highasakite i 2016. Hann var her sum internationalur gestur hjá Faroese Music Awards (FMA) í 2019 og hevur seinastu árini haft stórt tilknýti til Føroyar og føroyskt tónleikalív.

Glenn Larsen stovnaði Indianer Management A/S fyri skjótt 13 árum síðan. Hann hevur verið fyriskipari hjá altjóða og virðisløntum tónleikarum/bólkum sum Highasakite, Pom Poko, Amanda Tenfjord, Siv Jakobsen og fleiri afturat. Hann er royndur listafólkamennari og hevur skipað fyri tónleikaútflutningi til og í Skandinavia, Europa, USA, Asia og Australia, umframt nakað í Suðuramerika. Glenn situr eisini i Norsk Kulturråd fyri tónleik, og kennir væl til bæði politiskt og listarligt arbeiði. Hann hevur arbeitt tætt saman við aktørum sum Music Norway, NOMEX, bókingfeløg/agentar, plátufeløg, útgávufeløg, festivalar, tónleikaadvokatar, stuðulsskipanir og PR-vinnu.

"Eg eri sera fegin um at at hava fingið hetta álitisstarv sum leiðari í FMX í Føroyum. Eg havi seinasta árið ikki bara lært tónleikin og tónleikaumhvørvið at kenna, men eisini knýtt bond við fleiri góð fólk her á landi. Tónleikaumhvørvið í Føroyum er ótrúliga ríkt, og eg gleði meg at arbeiða saman við tónleikarunum og felagsskapum her og út um landamark," sigur Glenn Larsen.

Gissur Patursson, nevndarformaður í FMX, takkar fráfarandi leiðaranum á tónleikaútflutningsstovuni, Fred Ruddik, sum nú flytur til Fraklands saman við unnustu síni, Gretu Svabo Bech.

“Fred hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði og kalendarin hjá FMX við átøkum uttanlands sær gott út” sigur Gissur Patursson, stýrisformaður. “Virksemið hevur tíverri verið nógv darvað av korona, og tónleikaútflutningsstovan hevur í stóran mun verið avmarkað til talgild átøk. Vit eru tí sera fegin um góða samstarvið við KVF um sendingarnar “Úr luftini”. Hesar sendingarnar hava hjálpt FMX og føroyskum tónleiki meira, enn fólk kanska geva sær far um, og vit vóna, at tað fer at bera til at menna hetta samstarvið enn meira í framtíðini” leggur Gissur afturat. 

"Nú bróta vit eitt sindur upp úr nýggjum við nýggja leiðaranum Glenn Larsen. Vit fara at styrkja innlendis arbeiðið og menna fyritreytirnar fyri tónleikaútflutningi”, sigur Gissur.

Í stýrinum fyri FMX eru Gissur Patursson, Unn Paturson, Mikael Blak og Gunn Hernes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo