Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Origin við heimstaði í Saltangará, sum rekur fýra fiskiskip og tvey fiskavirki, hevði enn eitt trupult ár í fjør, umenn tað var munandi betri enn árið frammanundan.

Úrslitið eftir skatt gjørdist hall á 3,8 mió kr, sum skal samanberast við nærum 16 mió kr í halli árið frammanundan. So sæð í tí ljósinum, er okkurt at fegnast um, men leiðslan leggur í frágreiðingini ikki í at fjala útyvir, at tíðirnar eru truplar.

- 2021 var eitt sera trupult ár á fleiri økjum. Upsaveiðan í fjør var hin slakasta nakrantíð, við eini heildarveiðu uppá einans 15.000 tons. Søguliga hevur hetta verið góð 35.000 tons, og hetta er ein stór avbjóðing fyri rakstur av bæði skipum og virkjum. Hetta gjørdi, at vit ikki megnaðu at bjóða starvsfólkunum støðugt arbeiði, og vit hava mist fleiri fólk, bæði á sjógvi og landi, sigur leiðslan í frágreiðingini.

Og hon leggur heldur fram:

- Marknaðurin var ikki góður í 2021, og oljuprísurin byrjaði at hækka. Alt hetta gjørdi, at vit høvdu eitt sera avbjóðandi ár (...) tó hevur 2022 verið væl betri, upsaveiðan er økt og marknaðurin hevur verið góður. Tó so, fyrstu mánaðirnir vóru truplir vegna ringt veður, og nú er oljan blivin sera dýr. Tó hevur marknaðurin higartil megnað at hækka prísirnar, so at raksturin er positivur.

Fíggjarstøðan javnvigar við 161 mió kr, harav er 81,5 mió kr rentuberandi skuld. Eginognin er nú einans 2,7 mió kr.

Jens Pauli Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo