Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT Føroyar: Nevndin í LGBT Føroyum hevur avgjørt at fylgja tilmælunum frá føroysku politisku- og heilsumynduleikunum og ikki skipa fyri stóru Faroe Pride skrúðgonguni og ókeypis konsertini, sum annars skuldu vera fyri ellintu ferð 27. juli. Skipað verður tó fyri smærri tiltøkum, ið fylgja tilmælunum, meðan sjálvur Pride dagurin verður hátíðarhildin á alnótini.

Faroe Pride er eitt tað størsta árliga almenna tiltakið í Føroyum, har túsundtals fólk savnast tætt saman og ringt er at halda frástøðu. Tí metir nevndin, at tað vildi verið ábyrgdarleyst at skipa fyri einum slíkum stórum almennum tiltaki í hesum døgum, har vandi enn kann vera fyri koronasmittu. Hinvegin fer LGBT Føroyar at fagna árliga degnum á alnótini, eins og nøkur smærri almenn tiltøkum verða á skránni.

27. juli verður skipað fyri talgiltum tiltøkum, har LGBTarar kunnu vísa sínar litir og og teirra stuðlar kunnu vísa sín stuðul á sosialu miðlunum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Samstundis skipar Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) fyri nøkrum smærri filmsýningum og tiltøkum, ið fylgja almennu ásetingunum, í døgunum frá 24. til 27. juli. Sirkus skipar somuleiðis fyri uttandura Pride-afterparty tann 27. juli, um umstøðurnar ikki verða broyttar fyri vinnubólkin, sum Sirkus virkar í.

Herfyri varð nýggj nevnd vald í LGBT Føroyum. Nýggju nevndarlimirnir eru Annika S. Vang, Annlis Bjarkhamar, Bartal Nolsøe Poulsen, Eiler Fagraklett, Siri Sørensen og Sonja J. Jógvansdóttir. Varalimir eru Finnbogi Ferjá, Oda Ellingsgaard og Sunneva Háberg Eysturstein.

Tann siðbundna Faroe Pride skrúðgongan og konsertin, sum vit vanliga kenna hana, verða aftur á skránni 27. juli 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo