Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT Føroyar: Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Tórshavn fríggjadagin, 27. juli 2018, kl. 16.00, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar.

Síðan fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.

Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Kim Hansen, Jóhanna Niclasen og Jens Marni Hansen fara at framføra. Kinna Poulsen setir ársins Pride, meðan Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen verður ársins syngjandi vertinna.

Afterparty verður sum vanligt í Sirkus seinni um kvøldið. 

Stríðið heldur áfram
Faroe Pride er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar – sama hvørja kynsliga sannføring ella samleika, ein sjálv/ur hevur. Túsundtals føroyingar hava tessvegna luttikið á Faroe Pride undanfarnu árini. 

Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar, eins og størri virðurkenning fyri LGBT føroyingum og teirra avvarandi. Tað hava verið fleiri stig, sum hava borið okkum rætta leið í Føroyum seinastu árini, men stríðið fyri fullum javnrættindum í Føroyum er langt frá komið á mál. Enn er nógv at stríðast fyri javnrættinum at frama!

LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroytt, javnrætt og rúmligt Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2018 – til gaman og álvara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo