Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Faroe Pride: Týsdagin 27. juli kl. 17.00 fer Faroe Pride á rull úr Havn inn á Skálafjørðin og aftur til Havnar.

Byrjað verður á Hjalla kl. 16.30 og har verður rekkjan skipað, áðrenn leiðin gongur inn í Eysturoynna.

Flottasti bilurin vinnur yvirnátting á Hotel Hilton fyri 2 við morgunmati, plakat og posa frá LGBT Føroyum og merchandise frá FIMFF. So tað er at lata hugflogið flúgva og lata bilin vera so serstakan, litríkan og festligan sum gjørligt.

Trekt verður eisini lut millum allar bilarnar, sum taka lut, um tvær Pardon My French burgararmenuir frá Hallartúni. Vinnarin verður kunngjørdur á Facebook 28. juli.

Sent verður live, meðan koyrt verður. Á ferðini verður sent prát, røða og tónleikur á FM 104,5 til bilarnar í rekkjukoyringini og tey grannaløg komið verður framvið.

Røðuna í ár heldur Jakob Fauerby, sum er kendur frá Vild med dans. Jakob hevur nógvar royndir við revyum í Danmark, og vann í 2020 heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards.

Farleiðin til rekkjukoyringina er hendan: Koyrt verður av Hjalla kl. 17 og so gongur leiðin gjøgnum Eysturoyartunnilin og upp á Strondum. Koyrt verður kring Skálafjørðin til Runavíkar og aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tá gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni.

Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo