Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Faroe Real Estate Ltd hevði smáar 14 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Tað er nakað minni enn helvtin av yvirskotinum í 2018, tá tað var 28,7 mió kr.

Faroe Real Estate livir av at leiga bygningin á havnarlagnum í Kollafirði út til dóttirfelagið, P.P. Faroe Pelagic, og annars av at fáa inntøkur frá kapitalpørtum í dóttirfelagnum. Men Faroe Pelagic hevði eitt munandi verri ár í fjør. Bruttovinningurin minkaði niður í helvt, smáar 20 mió kr, og vinningurin, sum í 2018 var beint omanfyri 14 mió kr, endaði í fjør við lítlum halli uppá 182 tkr.

Tað eru niðurlendingar sum eiga og stjórna fyritøkunum, men í leiðslufrágreiðingini lata teir bara væl at. Talan er eisini um pengasterkar fyritøkur. Faroe Real Estate Ltd. P/f hevði fíggjarstøðujavna uppá 231,7 mió kr við árslok í fjør og eina eginogn uppá 227,6 mió kr. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo