Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ferðamál

Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel og Tommy Næs Djurhuus, stjóri á Alpha Travel

Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel og Tommy Næs Djurhuus, stjóri á Alpha Travel

Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel og Tommy Næs Djurhuus, stjóri á Alpha Travel

– Faroe Travel hevur gjørt nakrar bygnaðarbroytingar og tikið upp samstarv við Alpha Travel, sum er professionel føroysk ferðaskrivstova við 14 vælútbúnum og royndum starvsfólkum.

Hesum boðar ferðaskrivstovan frá í dag.

– Alpha Travel átekur sær at veita somu góðu tænastu, sum nógv kenna frá Faroe Travel. Hetta merkir, at omanfyri nevndu bygnaðarbroytingar ikki nýtast at hava nakra ávirkan fyri viðskiftafólkini. Seinni í heyst heldur so Alpha Travel fram við tænastuvirkseminum hjá Faroe Travel, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at útskrivaðir og bílagdir ferðaseðlar verða ikki á nakran hátt ávirkaðir av hesi broyting. Tilber eisini at gera broytingar í verandi ferðaseðlum.

Bílagdar frítíðarferðir við fráferð komandi sjey mánaðirnar, t. d. til jólar í ár, verða eisini avgreiddar uttan nakra broyting, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo