Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska fintech fyritøkan FarPay, hevur seinastu árini havt stóra framgongd bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin “Ársins íverkseti” í Føroyum og nú er FarPay kosin til “Børsen Gazelle 2021”, av danska blaðnum Børsen.

Tað er ein stórur sigur fyri FarPay, eftir eitt ár, har korona heimsfarssóttin hevur sett forðingar fyri mongum fyritøkum. Nakrar fyritøkur eru kollsigldar, meðan FarPay hevur havt góðan viðstreym og hevur í 2020/2021 økt um bæði kundatal og umsetning, eins og undanfarnu árini.

Og tað er grundarlagið fyri Gazelle-prísin, har krøvini eru, at fyritøkan skal veksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi tvífalda umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

Eitt stórt herðaklapp
“Vit eru ógvuliga stolt av at verða kosin til “Børsen Gazelle”, staðfestur Sámal Samuelsen, stjóri. “Tað er eitt stórt herðaklapp til okkara ágrýtnu starvsfólk, ið leggja nógva orku í at skapa tær tænastur, sum hava givið okkum stóran vøkstur og viðgongd hjá okkara kundum og teirra gjaldarum.”

“At blíva kosin “Gazella” hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, men tað er eitt tekin um at úrslitini vit hava nátt seinastu árini eru sera góð. Og vit stríðast áhaldandi fyri at økja vøksturin og blíva Gazella aftur næsta ár. Tí hava vit sett fleiri nýggj starvsfólk, bæði í Føroyum og Danmark, og er starvsfólkatalið tvífalda seinasta árið, so vit hava orku til at renna móti nýggjum málum, og enn fleiri framkomnum og brúkaravinarligum loysnum.”

FarPay er fyrr í ár flutt í nýggja høvuðsskrivsstovu í Tórshavn, har rúmd er fyri framtíðar vøkstrinum hjá felagnum og fleiri starvsfólkum.

FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar, men FarPay arbeiðir eisini við at víðka um virksemi til onnur lond.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo