Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kringvarpið: Eftir Dag og Viku týskvøldið 23. mars kemur ein dokumentarsending um koronu í Føroyum. 

Sendingin hevur heitið "FarsÓttin."

Óttin fyri ókenda virusinum í Fjareystri, sum kundi menna seg til eina alheims farsótt, gjørdi, at nøkur klók høvd í Føroyum av sínum eintingum brynjaðu føroyska samfelagið til at taka ímóti sóttini.

Uppgávan eydnaðist, tí at vit valdu at halda fast og trúgva upp á egna vitan.

“FarsÓttin” er sjónvarpsdokumentarur við nýggjum og erligum frásøgnum frá fakligu høvuðspersónunum og frá sjúklingum. Vit verða leidd gjøgnum tíðina frá januar 2020, tá korona fór at gera um seg í Kina, til í dag, nú koppsetingin ber boð um eitt frælsari lív.

Kenneth Jørgensen og John Johannessen hava lagt dokumentarsendingina til rættis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo