Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Champions League, 1. hálvfinala: Tá 83 minuttir vóru leiktir, hevði hann ein gyltan møguleika frammanfyri einum nærum opnum FC Barcelona máli.

Hann hevði ein so einstandandi møguleika, sum ein illa kann ímynda sær, at ein kann fáa í einari Champions League hálvfinalu, til at minka um munin til 1-3 og harvið skaffa liðnum hjá sær eitt sera týðandi útivallarmál og nýggja vón til dystin á Anfield um seks dagar.

Men Mohamed Salah brendi.

Hann skjeyt á stongina.

Í Champions League høpi, har tað eftirhondini einamest er farið at snúgva seg um hjá heimaliðunum ikki at missa mál í fyrra dystinum, má ein taka av møguleikunum, tá teir stinga seg upp.

Tað gjørdu Luis Suarez og Lionel Messi í kvøld.

FC Barcelona vann harvið 3-0 á Liverpool, men var dysturin á ongan hátt so einsíðugur, sum úrslitið leggur upp til, at hann var.

Í mun til Manchester United á Camp Nou undan páskum, so vísti Liverpool tenn og hevði góðar møguleikar at skjóta bæði eitt ella tvey mál - millum annað hevði James Milner ein upplagdan málmøguleika, sum hann kann iðra seg almikið um, at hann brendi -, og hevði kanska 3-2 ella 2-2 verið eitt rættvísari úrslit.

At FC Barcelona, við tí ikki so altíð dámliga Sergio Busquets á odda, kann spæla minni væl og allíkavæl skjóta eitt ella tvey mál, eigur ikki at koma óvart á nakran. Heldur ikki Liverpool fjepparar.

Luis Suarez og, serliga, Lionel Messi eru tveir av heimsins bestu leikarum, og skal ein vinna á FC Barcelona yvir tveir dystir, má ein spæla uppá at skjóta fleiri mál, heldur enn at missa færri mál, enn teir kviku og óneyðuga lættdettandi katalonarnar.

Liverpool kann sostatt ikki klaga um, at teir mistu mál ímóti FC Barcelona. Øll lið hava, og koma at fáa tað trupult at halda málið reint ímóti sponsku meistarunum.

Sjálvt um tey hava bóltin meira enn katalonska liðið, eins og talan var um hjá Liverpool í kvøld (spyr bara Pep Guardiola, sum tapti 3-0 á Camp Nou í 2015 við einum frálíkum Bayern liði).

Og at enda var tað eisini FC Barcelona, sum kundi og skuldi havt økt til 4-0, tá Dembele gjørdist púra fríur við Allison.

Men hann brendi, og harvið kann Liverpool vóna, at tað gongur í seinna dystinum, sum tað gekk hjá AS Roma ímóti júst FC Barcelona í Champions League fjórðingsfinaluni í fjør. Roma tapti fyrra dystin ímóti FC Barcelona á Camp Nou 4-1, men vann returdystin í Róm 3-0 og leikti seg harvið víðari til hálvfinaluna í kappingini.

Men skal Liverpool hava ein møguleika um seks dagar, má liðið fáa bóltin í netið, tá málið stendur opið.

Tí fótbóltur er kýniskur, og valdaðist ivi um hetta undan dystinum í kvøld, hvarv tann ivin, tá gamla Liverpool hetjan Luis Suarez legði FC Barcelona á odda 1-0 í fyrra hálvleiki og fór spurtandi avstað í gleði, sum hevði hann skotið bóltin í málið í yvirtíðini ímóti sínum argasta arvafígginda.

FC Barcelona-Liverpool 3-0 (1-0)
1-0: Luis Suarez, 26
2-0: Lionel Messi, 75
3-0: Lionel Messi, 82

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo