Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið fegnast, nú Javnaðarflokkurin fyrireikar uppskot um at broyta 62 ára gomlu lógina um starvsmenn.

Vit í Starvsmannafelagnum hava víst á hendan tørv í fleiri ár, bæði yvir fyri politisku flokkunum og skiftandi landsstýrum. Tvær ferðir seinastu tíðina hevur Javnaðarflokkurin boðsent okkum á fund um evnið, og nýliga viðgjørdu vit málið á fundi við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum. Bæði Javnaðarflokkurin og landsstýrismaðurin vístu málinum stóra vælvild, so vit hava góðar vónir um, at broytingarnar fara at verða samtyktar og framdar skjótt.

Lógarbroytingarnar hava lítlan fíggjarligan kostna við sær. Serliga er tað parturin um, at starsfólk í Føroyum framvegis kunnu verða ósakliga søgd úr starvi á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eigur at broytast, so tey fáa somu rættindi sum starvsfólk innan tað almenna. At starvsfólk í Føroyum eru so illa vard er eitt, sum okkara norðurlendsku samstarvsfelagar mangan undrast á, tá vit hittast í fakfelagshøpi.

Lógin fevnir ikki bara um limir í Starvsmannafelagnum, men eisini um limir í til dømis S&K og í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøkarfrøðingar. Og eisini limir í øðrum feløgum, við tað, at sáttmálarnir vísa til ásetingar í starvsmannalógini, eitt nú um sjúku og uppsøgn. Soleiðis setir lógin um starvsmenn eisini støðið fyri aðrar starvsbólkar, og er eisini fyrimynd í starvsfólkarættinum.

Starvsmannafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo