Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VP hevur fingið innlit í dómin í nógv umrødda málinum um postboðið, sum var burturvíst.

Dómurin er rættuliga áhugaverdur lesnaður.

Postboðið hevði til uppgávu at bera post út til umleið 350 hús.

Posta upplýsir undir rættarviðgerðini, at vanliga verður mett, at eitt postboð kann avgreiða 70 hús um tíman.

Tað vil siga, at samlaða rutan hjá uppsagda postboðnum skuldi tikið einar 5 tímar at avgreiða.

Dómarin upplýsur, at arbeiðstíðin hjá uppsagda postboðnum var umleið tað tvífalda.

Í dóminum verður greitt frá, at uppsagda postboðið í meðal hevði eina arbeiðstíð uppá 10-12 tímar um dagin, og at yvirtíðin sostatt gjørdist einar 10–15 tímar um vikuna.

Dómarin upplýsir, at uppsagda postboðið i meðal fekk útgoldið 7.700 kr. um mánaðin í yvirtíð, galdandi fyri tíðarskeiðið januar 2020 til september 2020.

Dómarin upplýsir eisini, at uppsagda postboðið brúkti 12 tímar meira um vikuna at avgreiða sín post, enn tað postboðið, sum er sett ístaðin.

Eisini upplýsir dómarin, at uppsagda postboðið tann 5. oktober 2020 var burtur frá arbeiðinum uttan at siga frá í meira enn 3 tímar, og at viðkomandi henda dagin allíkavæl fekk útgoldið yvirtíð á 1,5 tíma.

Eisini verður upplýst, at Posta tann 7. og 9. oktober 2020 gjøgnum eygleiðing staðfesti, at uppsagda postboðið tann 7. oktober í 1 tíma og 38 minuttir ikki framdi postútbering, og at postboðið tann 9. oktober ikki framdi postútbering í umleið 1 tíma og at postboðið henda dagin eisini var burtur frá arbeiðinum í privatum ørindum í ein hálvan tíma uttan at stempla út.

Av øðrum eygleiðingum, sum Posta framdi við GPS-skipanini tann 24. september var viðkomandi postboð inni á postskrivstovuni í samanlagt 1,5 tíma og helt steðg heima við hús í 1 tíma.

Tann 25. september var støðan tann sama.

Postboðið var á postskrivstovuni í yvir 1 tíma og var heima við hús í umleið 1 tíma.

Tann 30. september 2020 var uppsagda postboðið eisini burtur frá arbeiði í Tórshavn í umleið ein hálvan tíma og var statt á posthúsininum uttan at bera post út í umleið 2 tímar.

Hesar dagarnar stemplaði uppsagda postboðið inn til arbeiðis frá umleið kl. 7 á morgni til umleið kl. 18 á kvøldi.

Arbeiðsdagurin hjá uppsagda postboðnum var sostatt sera langur, frá kl. 7 á morgni til kl. 18.00 á kvøldi, tilsamans einar 11 tímar.

Dómarin fríkennir tó uppsagda postboðið og Posta skuldi sostatt rinda uppsagda postboðnum uppsagnarløn.

Ein partur av grundgevingini er soljóðandi:

“Det er ubestridt, at ... i 3 tilfælde uden at semple ud har forladt arbejdet for at forette private ærinder i forbindelse med lægeundersøgelser på landssygehuset og en kortvarig deltagelse i svigerfarens 90 års fødselsdag. Efter sagens oplysninger må det lægges til grund, at ... på de pågældende dage har modtaget overtidsbetaling. Retten finder, at ... derved har misligholdt ansættelsesaftalen, men at disse misligholdelser kan hverken isoleret eller samlet set anses for så grove, at de kan begrunde en bortvisning uden forudgående varsel.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo