Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum flestu aðrar staðir í landinum hevur áhugin á Skálafjarðarleiðini, fyri rossum og ríðing, verið skiftandi, síðani gangarin varð nýttur sum arbeiðsamboð í landbúnaði og til flutnings. Hesi seinru árini hevur áhugin fyri rossahaldi aftur tikið dik á seg, og nú var hesin vorðin somikið stórur, at tíðin var búgvin at seta á stovn eitt ríðingarfelag í økinum.

Tað var ein vælmøtt fjøld av eldri og yngri, sum var stevnd til skipanarfund í Lamba í kvøld. Avgjørt var at seta felag á stovn við tí endamáli, at røkja áhugamálini hjá fólki sum hava áhuga fyri rossum og ríðing. Felagið ætlar at skipa seg sum part av Ríðisambandi Føroya, - einum sersambandi undir Ítróttarsambandi Føroya, og harumframt skal felagið virka fyri, at ítróttarkarmarnir kring um felagið gerast so góðir, at skipaðar kappingar kunnu haldast í økinum.

Semja var um at geva felagnum felagsheitið Sleipnir, uppkallað eftir gitna hesti Óðins, og heimstaður felagsins er í Lamba í Runavíkar kommunu.

Viðtøkur felagsins vórðu samtyktar á fundinum, og eru tær skipaðar soleiðis, sum slíkar vanliga eru tað í ríðingarfeløgum, ið eru ætlað til rossahald og ítrótt.

Á fundinum var ein nevnd vald samsvarandi viðtøkunum. Sæti í nevndini fingu:
Jón Nónklett, formaður
Turið Petursdóttir, skrivari
Jákup Vágsheyg, peningarøkil
Anna Magnussen, nevndarlimur
Ludvík við Stein, nevndarlimur

Tey, sum vóru møtt á fundinum, umboðaðu 14 ross, harímillum tvey føroysk ross, og ætlanin er at leggja til brots alt fyri eitt. Tey sum hava áhuga fyri at gerast partur av felagnum kunnu sláa uppá tráðin hjá onkrum nevndarlimi fyri at frætta meiri um ætlanir Sleipnirs.

Jón Nónklett, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo