Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari framløgu í Smæruni, har Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFSF) handaði Almannamálaráðnum nýtt tilmæli. Talan er um eitt arbeiði um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar.

Tað eru tær báðar Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í fólkaheilsuvísindi, og Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í avanseraðari, kliniskari, geriatriskari sjúkrarøkt, sum hava fyristaðið vísindaligu kanningina og skrivað tilmælið vegna FFSF.

Ætlanin var, at Óluva í Gong, forkvinna skuldi handa Sólviti Nolsøe, landsstýrismanni í Almannamálum tilmælið, men honum barst undan og í hansara stað var Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðum.

Framløgan varð stroymað og sæst HER

Niðanfyri er røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni, sum Eyðun Mohr Hansen bar fram á tiltakinum í Smæruni. 

trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo