Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað nýggjasta er, Vestmanna Havn nú hevur bjóðað einum av hesum larmkeldunum vælkomnari inn í náttúruvakra og friðarliga umhvørvið í Vestmanna. Nýggi havnafútin vil vísa kreftir og ger somu feilir, sum starvsfelagir hansara hava gjørt. Í gjár legði Arctica, ein av teimum skipunum, sum larmar ekstremt, at í Vestmanna.

 

Seinastu tíðina hava larmandi útlendsku skipini aftur gjørt innrás í fleiri føroyskum havnum, men fólk aftra seg við at siga frá, tí tey eru bangin fyri sosialu og fíggjarligu avleiðingunum. Ein onnur forðing fyri, at fólk klaga er vónloysi. Vit uppliva at fólk ikki orka ella tíma at blíva við at boða frá.

 

- Hví skulu vit blíva við at kæra okkara neyð, tá einki verður gjørt allíkavæl, hoyra vit fólk siga. Tey vita, at hvørjaferð hesi skipini liggja inni, er eingin friður, hvørki dag ella nátt.  Hetta er einki nýtt og myndugleikarnir hava í áravís verið vælvitandi um trupulleikan, men hóast hetta, heldur óhugnaligi gangurin fram.

 

Tað er misjavnt hvussu nógvar klagur Heimafriður fær frá fólki; við hvørt eru tær nógvar og onkuntíð færri. Hóast klagurnar ikki altíð eru líka nógvar í tali, er tað als einki tekin um, at trupulleikin er burtur. Tvørturímóti er trupulleikin helst størri, tí borgarar missa vónina um at tað nyttar at boða frá.

 

Tíverri er veruleikin tann, at vit eru uppí ímóti sterkum kreftum, mótvilja og skilaloysi. Virksemið av hesum slag, hevur ótarnað hildið fram í so mong ár, og tað er torført at fáa eyðsýndar broytingar framdar.

 

Er eingin broyting, tekur tú vónina frá fólki. Í áravís hava borgarar klagað um ótolandi gangin frá skipum. Borgarar hava søkt hjálp frá øllum hugsandi myndugleikum, men trupulleikin heldur ótarnað fram og fólk føla seg púra hjálparleys og vónsvikin.

 

Vónandi tekur Vestmanna kommuna røttu avgerðina um at steðga óskilinum, áðrenn ótolandi larmur og útsvínan av luftini fer at forpestað lívið hjá vestmenningum.

 

Halda vit ikki á at rópa málið upp, dettur málið av skrá og verður aftur koyrt í "gloymiskuffuna”, har tað hevur fingið frið í alt ov nógv ár.

 

Til frama fyri Heimafriðin er brúk fyri, at tú sigur frá, hóast tað ikki gevur meining her og nú. Til ber at fráboðað anonymt og allar fráboðanir verða í trúnaði millum fráboðaran og Heimafrið.

 

Vegna felagið Heimafrið

Trina Eysturoy, forkvinna

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo