Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(mynd: Sámal Bláhamar)

(mynd: Sámal Bláhamar)

(mynd: Sámal Bláhamar)

Avtalað var millum annað, at hevði ein kommuna staðfest, at eitt ávíst skip helt ov nógvan gang, skuldi kommunan burturvísa skipið, og harvið skuldu allar kommunurnar gera tað sama. Hetta, fyri at hava felags treytir og at tryggja, at skipini ikki fóru til aðra kommunu í Føroyum at órógva.

- Men Heimafriður kann longu nú staðfesta, at royndartíðarskeiðið er koldømt. Vit hava fleiri dømi um, at tá ein kommuna noktar einum skipi inn, so loyvir ein onnur kommuna sama skipi til bryggju at órógva.

Sirkus á høgum støði
Síðani kommunufelagið í juni mánaða gjørdi avtalu við landsstýrismannin í umhvørvismálum, at tær skuldu arbeiða saman um at finna eina felagsloysn at tálma larmi frá skipum, hava vit verið vitni til eitt sirkus á høgum stigi.

Einki er broytt. Skipini koma inn í havnirnar við sama lag, og verða tey burturvíst, tekur ein onnur havn ímóti teimum.

Rætt skal verða rætt. Mátingar hava verið gjørdar. Tá ið borgarar hava klagað og máting er gjørd, hevur hvør einasta máting víst ov høga ljóðstyrki. Hetta merkir sostatt, at klagurnar hjá borgarum eru grundaðar.

Londini rundanum okkum hava markvirðir fyri, hvussu nógvur larmur er loyvdur á bústaðarøkjum. Heilsuheimstovnurin, WHO, hevur gjørt leiðreglur fyri markvirðum í bústaðarøkjum. Markvirðini eru gjørd við heilsuni hjá fólki í huga.

Man skuldi trúð, at hesar leiðreglur kunnu kopierast heim til Føroyar og ásetast til frama fyri fólkaheilsuna her á landi, men so er ikki. Vit skulu uppfinna djúpa tallerkin einaferð afturat. Gera mátingar, omaná mátingar, sum um at larmur er eitt serføroyskt fyribrygdi, har markvirðini ikki eru kend, leiðreglurnar ella loysnina uppá trupulleikan ikki er kend.

- Nei, ljóð og óljóð er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Men tað er serføroyskt, at vit í Føroyum av øllum alvi royna at útseta og gera tað trupult at loysa hetta málið.

Felagið Heimafriður setur sína vón til, at nýggi landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rassmussen, verður hann, ið torir at taka røttu avgerðina!

Trina Eysturoy,
forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo