Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði við Kringvarpið í tíðindinum í dag, at Arcticka nú sleppur at bryggju aftur, tí hon skal hava minkað um larmin við einari helvt. Hvar er skjalprógvið upp á tað?

Tað skulu heilt serlig tól til fyri at máta larm, men sum landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum einaferð segði: “Hvat nyttar at tosa um decibel, tá fólk ikki fáa sovið?”

Heimafriður hevur hesar spurningar til borgarstjóran í Klaksvík:

1. Hevur Klaksvíkar kommuna gjørt ljóðmátingar av óljóði frá Arcticu?

2. Kann kommunan leggja tølini fram?

3. Tekur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu ikki borgarar sínar fyri fult?

4. Hvussu ætlar Klaksvíkar kommuna at tryggja, at fólk fáa frið fyri larmi frá skipum og vinnuni?

Vinarliga
Nevndin í felagnum Heimafriður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo