Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í kvøld, hóskvøldið 23. juni 2022, var stovnandi aðalfundur í Listastovuni í Miðvági.

Ymiskt virksemi hevur verið í Listastovuni í nøkur ár, við sjálvbodnum kreftum. Tey hava prógvað, at vit ikki kunnu vera Listastovuna fyri uttan. Tey hava vunnið eina FMA virðisløn fyri ársins átak, hava skipa fyri óteljandi framsýningum og konsertum, og seinastuni vikurnar hevur eisini sjónleikur verið at uppliva í Listastovuni. Harafturat verða hølini eisini nýtt regluliga av fleiri lokalum listafólki til listarligt arbeiði, og kvøldskúla í málningalist.

Tó hevur ongin formligur felagsskapur verið, sum hevur staðið fyri at skipa virksemið.

Nøkur sjálvboðin tóku stig til ein stovnandi aðalfund. Væl var møtt í Listastovuni, har 14 fólk møttu til fundin. Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum, ein av stigtakarunum, bjóðaði fundarfólkunum vælkomin, og greiddi frá ætlanini við at stovna felagið.

Endamálið við felagum er at veita karmar til útinnan av fjølbroyttum listarligum og kreativum arbeiði. At skapa karmar at bera fram upprunaverk og mentan, við lokalum listafólki í miðdeplinum. Málið við felagnum er, at stimbra undir mentanarliga umhvørvið í Vágum, og at eggja listafólki til at mennast. Ynski er at húsið verður til eitt margfalt og atkomuligt mentanarhús, har pláss er fyri øllum. Eitt hús í støðugari menning, sum skipar fyri, hýsir og mennir nýggj tiltøk fyri listafólki og áhoyrarum.

Tey fram møttu, valdu Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum, Bryndis í Dali, Kristinu Isfeld, Jákup Gardar Joensen og Vár Eydnudóttir í nevndina. Harafturat vórðu Bjartur D. Thomsen og Petur Heinesen valdir sum tiltakslimir.

Eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Jonas Feldfoss Gaardlykke Rossum sum formann, Kristinu Isfeld sum næstforkvinnu, Vár Eydnudóttir sum skrivara og Bryndis í Dali sum peningarøkil. Jákup Gardar Joensen er vanligur nevndarlimur.

Nógv hugskot vóru frammi á fundinum, og nú fer nevndin at seta seg saman og leggja ætlanir fyri hvussu tey skulu skipa seg. Felagið er eitt áhugafelag, borði uppi av sjálvbodnum og limum. Øll kunnu gerast limir í Listastovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo