Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Dagstovnaøkið “Hoyvík við meira” hjá Tórshavnar Kommunu hevur fingið danska sálarfrøðingurin Jens Andersen at halda fyrilestur um týdningin, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap og trivnað.

Fyrilesturin snýr seg serstakliga um týdning miðlanna í gerandisdegnum og teir møguleikar og trupulleikar, ið foreldur møta, tá ið barnið nýtir miðlarnar. Fundurin verður í skúlanum við Løgmannabreyt mikudagin 6. apríl kl. 19.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ávís dømi fyri at geva íblástur og nýggja vitan innan barnauppaling og familjulív.

Í økið “Hoyvík við meira” eru 12 dagstovnar úr Hoyvík, Kaldbak og Kollafirði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo